Trump lovar bíligari brennievni eftir kríggið móti Iran

Trump lovar bíligari brennievni eftir kríggið móti Iran
- Gevur tú Iran kjarnorkuvápn, fer Iran at spreinga heimin í luftina, sigur Trump í samrøðu við Fox Business Network, sambært BBC
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.04.2026 - 17:35

Amerikanski forsetin Donald Trump lovar, at brennievni verður nógv bíligari at keypa so skjótt sum kríggið móti Iran endar.

Samstundis ávarar hann harðliga ímóti at gera nýggja avtalu við Iran, sum minnir um hana, sum Barack Obama gjørdi í 2015. 

Trump sigur, at hetta er vánaligasta avtala nakrantíð, og at hon gav Iran møguleika at fáa kjarnorkuvápn.

- Gevur tú Iran kjarnorkuvápn, fer Iran at spreinga heimin í luftina, sigur Trump í samrøðu við Fox Business Network, sambært BBC, sum hevur útvegað sær eitt brot.

 

Iran hevði brúkt kjarnorkuvápn 

Hann leggur aftrat, at hevði USA ikki bumbað kjarnorkuverk hjá Iran í fjør, hevði landið brúkt kjarnorkuvápn móti Ísrael og grannalondunum í Miðeystri, - umframt USA.

Deildar meiningar hava verið millum serfrøðingar um Iran er tættari við at fáa kjarnorkuvápn. Tað avsannar landið sjálvt. 

Trump segði í fjør, at hann í stóran mun hevði oyðilagt kjarnorkuætlanina hjá Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532