Joensen og Joensen: Dagsins spælari, mál og detalja

bannari
Joensen og Joensen: Dagsins spælari, mál og detalja
Teitur Joensen og Rúni Joensen valdu Óla Mittún til dagsins spælara, tvífalda flúgvaran til dagsins mál og bjargingina hjá Eliasi á Skipagøtu til dagsins detalju ímóti Sveis
 
17.01.2026 - 13:54

ÓIi Mittún var besti spælarin ímóti Sveis, tvífaldi flúgvarin við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og Óla Mittún var dagsins mál, og bjargingin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var dagsins detalja.

Tað hildu í øllum førum viðmerkjararnir í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum, Teitur Joensen og Rúni Joensen, eftir hádramatiska javnleikin ímóti Sveis fríggjadagin.

 

260117_DAGSINS

 

Forkelaðu hondbóltsviðhaldsfólkini

Annars var ivaleyst at velja ímillum í dystinum, sum bylgjaði aftur og fram. Sera nógv góð mál vórðu skotin; ikki minst kanónkúlan hjá Vilhelm Poulsen úr 11 metrum og piruettin hjá Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum eisini var fyrsta EM-málið hjá bakspælaranum.

EHF valdi Elias Ellefsen á Skipagøtu til dagsins spælara, og í sjónvarpsstovuni var kappingin eisini ímillum genialu systkinabørnini. Heldur nógvu mistøkini hjá nummar 71 hálaðu niður - kanska risastóru vónirnar til størstu føroysku hondbóltsstjørnuna eisini viðhvørt arbeiða ímóti honum.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi fyri fyrstu ferð í meir enn ein mánaða, og við átta málum, fýra uppleggum og einari bjarging varð hann valdur til besta spælaran hjá EHF.

 

Í Undirhondini, har Ingi Olsen metir um avrikini hjá føroysku spælarunum, fekk Óli Mittún eisini hægsta karakterin.

LES EISINI: Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Sveis

 

EHF valdi eisini flúgvaran

Evropeiska hondbóltssamgongan velir eisini bestu mál fyri hvønn dystardag, og eins og hjá Joensen og Joensen var tvífaldi føroyski flúgvarin ovast á listanum. 

 


Tvífaldi flúgvarin hjá Óla Mittún var besta málið. Sí fimm tey bestu hjá EHF omanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044