- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Sveis

Føroyar bjargaðu sær javnleiki í evstu løtu ímóti Sveis og fingu tískil annað stigið í fyrsta dystinum í hesum EM-endaspælinum.
Tað kundi saktans verið uppaftur betri, tí eitt skifti eftir steðgin vóru føroyingarnir frammanfyri við heili seks málum. Sveis kom kortini aftur, fór framum, men tá tað sá mestsum vónleyst út, tryggjaðu Pauli Jacobsen og Vilhelm Poulsen Føroyum annað stigið frammanfyri hvíta menniskjahavinum í Unity Arena.
Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Føroyingarnir syngja tjóðsangin saman við fleiri túsund viðhaldsfólkum. Tað var ein stór løta í Unity Arena í Olso. (Mynd: Kolektiff)
Pauli Jacobsen 3,5
Stendur á 25% og átta bjargingum. Tað er kanska undir tí, eg hugsi, hann er nøgdur við. Eg velji kortini at geva 3,5, tí Pauli tekur nakrar týdningarmiklar bóltar. Serliga seinasta bjargingin er rætt og slætt framúr og bjargar Føroyum eitt stig.
Tórður Guttesen Skorheim
Er bert inni til eitt brotskast. Ikki nóg mikið til stig.
Helgi Hilarson Hoydal
Ikki á dómaraseðlinum.
Leivur Mortensen 4
Leivur hevur ment seg til at vera okkara klára fyrsta val á vinstra vongi, og soleiðis var aftur í dag. Hvørki vinstri ella høgri vongur fáa nógvar møguleikar, men Leivur umsetir báðar, hann fær, til trygg mál.
Allan Norðberg
Kom ikki inn í dag.
Pauli Mittún fekk spælitíð í eini avgerandi løtu í seinna hálvleiki og stóð seg væl. (Mynd: Kolektiff)
Pætur Mikkjalsson 3
Spælir samanlagt umleið 15 minuttir og hevur fleiri sera góðar aktiónir, har mótleikarar koma ov nær honum. Hevur avbjóðingar í støðum, tá mótleikarar byrja at krossa og halda seg longur burtur..
Bjarni Selvindi
Kom ikki inn í dag.
Hákun West av Teigum 2
Hákun hevur einki mál uppá tríggjar royndir. Sera óvanligt. Tað hoyrir avgjørt við til søguna, at tvær av royndunum komu eftir vánalig útspæl, og tí bleiv kjansurin at skora sera vánaligur. Triðja skotið var úr leysari støðu eftir kontra, men hetta skuldi ikki vera dagurin hjá Hákuni. Kann ikki minnast, at Hákun hevur havt ein dyst við ongum máli, men hann kom so í dag.
Rói Berg Hansen
Kom ikki inn í dag.
Vilhelm Poulsen 4
Vilhelm hevur ein sera stóran leiklut á hesum liðnum. Tíbetur luttekur Vilhelm nógv meira í álopinum, enn hann onkuntíð hevur gjørt. Fær fýra mál uppá seks royndir. Oftani kemur Vilhelm at standa einsamallur í verjupartinum, tí tað næstan verður tikið fyri givið, at hann loysir sína uppgávu. At bakkurin so krýnir verkið hjá sær við at geva Føroyum avgerandi málið, er fult uppiborið.
Kjartan Johansen
Ikki á dómaraseðlinum.
Tróndur Mikkelsen 3
Spælir umleið eitt korter í dag, og tað er fyri tað mesta í verjupartinum. Ta uppgávuna loysir Tróndur heilt ok. Var ikki so eyðsýndur í dystinum í dag.
Ísak Vedelsbøl hevur skorað ímóti Sveis, og tað sæst. Spældi yvirhøvur ein góðan dyst íverju og álopi, hóast okkurt stórur kjansur fór fyri skeytið. (Mynd. JN.fo)
Ísak J. D. Vedelsbøl 3,5
Ísak er vorðin ein rættuliga týdningarmikil leikari, sum í dag spælir nærum allan dysin - heili 51 minuttir. Hevur neyðugu styrkina til at halda sera stóru og bulmiklu leikarunum frá Sveis. Tað telur eitt sindur niður, at hann brennir ein møguleika úr leysari støðu. Ísak megnar at gera 'screeningarnar', sum m.a. Óli Mittún í fleiri førum ger sær dælt av.
Elias Ellefsen á Skipagøtu 3,5
Stóri spuringurin nú í fleiri vikur hevur verið, um Elias kundi spæla ella ikki. Tað fingu vit so svar uppá í dag. Tað skuldi ”bankast rustur” í byrjanini, men so við og við gjørdist spælið betur og betur. Villurnar gjørdust í dag heldur nógvar, og onkrar koma, tá Elias er heldur ótolin og vil ov nógv sjálvur. Týdningurin av at hava Elias við kann tó ikki undirmetast. Níggju mál, harav fýra vóru uppá brotskast, umframt fýra málgevandi avleveringar siga sína søgu.
Akslaskaðið. Hvør akslaskaði? Elias Ellefsen á Skipagøtu var við frá byrjan, og stóra føroyska stjørnan skuffaði ikki. Einstakar villur telja eitt sindur niður. (Mynd: Kolektiff)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Spælir bert tríggjar minuttir, men kemur inn og er beinanvegin ágangandi. Fær eitt sera gott mál. Hesa lítlu løtuna stendur Rói eisini væl í verjuni. Hóast spælitíðin oftani er lítil, so gagnnýtir Rói nærum altíð tað, hann fær, til fullnar. Fyrstu endaspælsminuttirnir gjørdust minniligir.
Óli Mittún 4,5
Hvirluvindurin er við í nærum øllum, sum vit gera í álopinum. Rættuliga ofta byrjar álopstrýstið hjá honum av teirri einfaldu orsøk, at hann er so trupul at dekka. Hansara lága tyngdarpunkt ger tað ógvuliga trupult at dekka, og longu í fyrsta álopi fær hann hart slag beint á hálsin. Við sjey málum upp á níggju royndir, fleiri vunnum brotskøstum og málgevandi avleveringum, er Óli dagsins leikari í Undirhondini.
Óli Mittún fegnast eftir enn eitt mál. Fótfimi bakspælarin er mestsum ógjørligur at dekka, tá tað koyrir, og tað gjørdi tað fyri tað allarmesta ímóti Sveis. (Mynd: Kolektiff)
Teis Horn Rasmussen 3,5
Sum altíð, er innsatsurin frá Teis í topp, men tað vóru skotini so ikki heilt í dag. Brennir beinanvegin tvey, men kemur so aftur og fær tvey góð mál. Harumframt hevur Teis fleiri góðar 'screeningar', sum vit fáa mál ella brotskøst uppá. Tað sæst bara ikki í nøkrum hagtølum.
18. Pauli Mittún 3,5
Góðar seks minuttir fær Pauli í dag, og tað má sigast, at teir blivu sera væl brúktir. Fyrsta málið kom úr sera spísum vinkli, men varð yvirlegið lagt í málið. Tað seinna er ein rættuliga góð støða, har hann við manni hangandi uppi á sær fær mál, meðan hin fær tveir minuttir á bonkinum.
Og anda: Føroysku viðhaldsfólkini í Unity Arena fingu dramatikk og flottan hondbólt fyri allar pengarnar. Og, ja, tey vístu seg eisini fram frá síni bestu síðu. (Mynd: JN.fo)
Peter Bredsdorff-Larsen 4
Hevur funnið ein leist, har vit nærum bert spæla sjey móti seks. Við so góðum leikarum, er tað ein góð loysn, har vit – fyri tað mesta – ikki hava ringt við at koma til góðar møguleikar. Okkurt gott er sagt í steðginum, tí liðið kom útaftur sum eitt óløgi og fekk eina seks máls leiðslu. Ein kann altíð kjakast um, nær leikbrá skal takast, og um tað skuldi verið tikið fyrr, tá vit høvdu 12 minuttir uttan nakað mál. At fáa stig móti Sveis er sera flott, og at standa á odda fyri einum liði, sum trýr so nógv up pá egin evni, skal venjarin hava rós fyri.
Verjan hevði trupult við at finna stevið og røttu hæddina fyrstu løtuna, men eisini tað bleiv betri, sum dysturin leið.
Samanumtikið eitt gott avrik.































