Viðgerðartrygd fyri fólk við rústrupulleikum er ikki gongd leið

Viðgerðartrygd fyri fólk við rústrupulleikum er ikki gongd leið
Margit Stórá, landsstýriskvinna, heldur, at vit í staðin eiga at hava meira fjøltáttað tilboð við ambulantari viðgerð
Heilbrigdi, sum nú er flutt til Havnar, er ein av viðgerðarstovnunum.
 
20.01.2026 - 08:35

Viðgerðartrygd í sambandi við rúsevni er ikki ráðilig, sum støðan er.

Ber ikki til at fáa viðgerð í Føroyum, hava fólk kanska rætt til viðgerð uttanlands, sum tað almenna skal gjalda.

Ella skal tað almenna við eini viðgerðartrygd gjalda privatum skipanum, sum so kappast við verandi viðgerðarstøð um starvsfólk.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um viðgerðartrygd.

 

Ikki gongd leið

Margit Stórá heldur ikki, at viðgerðartrygd fyri fólk, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, er gongd leið í Føroyum.

Í staðin eiga vit at skipa viðgerðartilboðini øðrvísi í  Føroyum og hava eitt meira fjøltáttað tilboð  við ambulantari viðgerð, sigur landsstýriskvinnan.

Hon hevur biðið at fáa lýst verandi viðgerðartilboð fyri at staðfesta, um brúk er fyri fleiri ambulantum  tilboðum, og um verandi viðgerðarstovnar veita neyðugu viðgerðina. 

Hendan lýsing er um at vera liðug.

Arbeitt verður eisini við at seta ein tvørfakligan bólk, sum skal lýsa, hvussu eitt rúsviðgerðartilboð til fólk við dupultum sjúkugreiningum skal skipast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744