Ógreitt hvat Rutte og Trump hava avtalað um Grønland

Ógreitt hvat Rutte og Trump hava avtalað um Grønland
Donald Trump sigur, at sambært avtaluni fær USA alt tað, sum USA vil hava í Grønlandi. Nato-aðalskrivarin sigur, at støðan í Grønland var ikki umrødd á fundinum
Mark Rutte, aðalskrivari, og Donald Trump, forseti, høvdu fund eftir røðuna, sum Trump helt í Davos í gjár.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2026 - 07:57

Tað gekk skjótt fyri seg í Davos í Sveis í gjár, har heimsins leiðarar eru á árliga búskaparliga fundinum, World Economic Forum.

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump, fór á røðarapallin seinnapartin í gjár, bíðaðu øll eftir, hvat hann fór at siga um Grønland og um revsitollin, sum hann frammanundan hevði hótt millum annað norðurlond við, og hesi mál vóru eisini við í røðuni.

Men eftir ein fund við aðalskrivaran í Nato seint seinnapartin í gjár, komu boðini um, at amerikanski forsetin hevði gjørt eina avtalu við Mark Rutte, aðalskrivara um Grønland, sum gevur USA alt tað, sum USA vildi hava.

Við nýggju støðuni hevði forsetin gjørt av at strika allar hóttanir um revsitoll, sum annars skuldu koma í gildi 1. februar, um USA ikki fekk Grønland frá Danmark.

Hvat tað er, sum Donald Trump hevur fingið frá Mark Rutte, hevur ikki eydnast at fáa uppspurt, og forsetin sjálvur var ikki beinleiðis hugaður at upplýsa, hvat tað var.

- Hon gevur okkum alt tað, sum vit vilja hava, íroknað amerikanska og altjóða trygd, segði Donald Trump.

 

Donald Trump á røðarapallinum í Davos. 

 

Løkke: USA fær ikki Grønland

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, var í sjónvarpsstovuni hjá DR beint eftir, at fundurin millum amerikanska forsetan og Nato-aðalskrivaran var liðugur, og hann var fegin um, at dagurin í gjár endaði betur enn hann byrjaði. Hann legði tó dent á, at USA fer ikki til at eiga Grønland.

Í gjárkvøldið hevði Fox News samrøðu við Mark Rutte, aðalskrivara í Nato, men hann vildi ikki siga, um Grønland framhaldandi er partur av Danmark, men gjørdi greitt, at støðan hjá Grønlandi ikki var umrødd.

 

Mette Frederiksen. 

 

Trygdin er mál hjá Nato

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur í morgun sent út eitt tíðindaskriv.

- Vit hava verið í tøttum samskifti við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, áhaldandi, bæði fyri og eftir fundin við Trump, forseta, í Davos.

- Trygdin í Arktis er eitt mál hjá allari Nato-verjusamgonguni. Tí er tað gott og sjálvsagt, at tað eisini verður umrøtt millum aðalskrivaran í Nato og forsetan í USA. Kongsríkið Danmark hevur leingi arbeitt fyri, at Nato skal økja sítt virksemi í Arktis, sigur forsætisráðharrin millum annað.

- Kongsríkið Danmark vil framhaldandi at hava samskifti við okkara sameindu um, hvussu vit kunnu styrkja trygdina í Arktis, eitt nú Golden Dome hjá USA, treytað av at hetta verður gjørt við virðing fyri okkara økisrættarliga sjálvræðis, sigur forsætisráðharrin í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297