- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metmaðurin heldur fram í Íslandi

Jóan Símun Edmundsson spælir eitt ár afturat við KA Akureyri. 34 ára gamli toftamaðurin spælir á øðrum sinni í KA Akureyri. Hann kom aftur til felagið í fjør og heldur fram komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í dag.
Landsliðsáleyparin við 99 landsdystum hevur í fleiri førum verið settur í samband við eitt skifti til føroyskan fótbólt. Hann spældi í 2014 við AB og HB, men hevur annars spælt uttanlands síðani hann bleiv seldur frá B68 til Newcastle sum 16 ára gamal.
Í vetur hevur ljóðað, at HB hevur víst honum stóran áhuga. Tað vátta fólk í felagnum eisini. HB leitar í løtuni eftir áleyparum, nú tað er greitt, at Emil Grønn Pedersen skiftir til Vendsyssel í Danmark. Norski áleyparin skoraði heili 20 landskappingarmál í fjør.
Tað eydnaðist heldur ikki HB at fáa fatur á Dávidi Reynheim. 17 ára gamli áleyparin, sum er uppvaksin í HB, hevur skift til KÍ frá Torino. Í løtuni hevur HB bara Jákup L. Thomsen og Bartal Páll Klein til álopsplássini.
Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 99 manslandsdystir og tað er met.
























