Breddin: Skotini í Minneapolis

Breddin: Skotini í Minneapolis
Í sendingini í dag varpa vit ljós á amerikansku marknaløgregluna ICE, sum higartil hevur dripið tvey fólk í Minneapolis
Amerikanska marknaløgreglan ICE leitar eftir útlendingum, sum eru ólógliga í USA. Eftir skottilburðirnar í Minneapolis hava ógvislig mótmæli verið móti ICE.
Mynd: Brandon Bell/AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2026 - 09:04

Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum. 

Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var.

Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska kvinnu - eisini í Minneapolis. 

Men hvat er ICE? 

Hví hava tveir skottilburðir verið í júst Minneapolis, og hvussu stóran leiklut spæla mótmælini móti ICE í býum - sum eitt nú í Minneapolis - fyri politisku dagsskránna í USA í løtuni?

Breddin klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392