Nú skulu útlendsk ferðafólk rinda burðardygdargald fyri gisting

Nú skulu útlendsk ferðafólk rinda burðardygdargald fyri gisting
Gjaldið verður 20 krónur fyri hvørja gisting, tó ongantíð meira enn 200 krónur
Lógin er galdandi fyri øll, ið leiga út til ferðafólk, sama hvar ella hvør tað er, og ikki bara gistingarhús og aðrar vinnuligar veitarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2026 - 10:01

Frá 1. februar skulu øll útlendsk ferðafólk gjalda eitt gjald fyri hvørja nátt, ið tey gista í Føroyum.

Gjaldið verður nevnt burðardygdargjald, og tað er 20 krónur fyri hvørja gisting, tó ongantíð meiri enn 200 krónur. 

 


Eyðun Mørkøre er stjóri í Taks. 

 

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sigur, at lógin er galdandi fyri øll, ið leiga út til ferðafólk, sama hvar ella hvør tað er, og ikki bara gistingarhús og aðrar vinnuligar veitarar.

Eftirlitið við burðardygdargjaldinum verður gjørt við stakroyndum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum: 

 

28012026_Burdardygdargjald

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329