- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sámal í uppskoti at vinna Bodil-heiðursløn

Sjónleikarin Sámal Hansen er í uppskoti at vinna heiðurslønina TV2 Talentpris.
Hetta verður tann tann 7. mars í Keypmannahavn, tá kendu Bodil-heiðurslønirnar verða latnar.
Henda talentheiðurslønin verður latin ungum, nýggjum fólkum, sum hava gjørt vart við seg í filmsvinnuni.
Seinast Sámal Hansen var at síggja á løriftinum, var tað í høvuðsleiklutinum sum Kári í filminum hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð. Og tað er eisini fyri henda leiklutin, at Sámal Hansen er í uppskoti at vinna TV2 Talentpris.
Umframt Sámal Hansen eru fýra onnur ung fólk í uppskoti at vinna júst hesa heiðurslønina.
Bodil-heiðurslønirnar verða latnar í Folketeatret í Keypmannahavn leygarkvøldið 7. mars 2026.























