Fyrireika legu í Gasa til hundrað túsund tals palestinar

Fyrireika legu í Gasa til hundrað túsund tals palestinar
Hvørki ísraelski herurin ella Netanyahu, forseti, hava gjørt viðmerkingar til søguna
Vápnahvíld er í Gasa, men heilsumyndugleikarnir í Gasa siga, at 480 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum, síðani vápnahvíldin kom í gildi.
Mynd: Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2026 - 14:52

Ísrael hevur fyrireikað eitt størri øki í syðra parti av Gasa til eina legum, sum skal hýsa fleiri 100 túsund palestinum.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan, sum hevur pensjóneraða brigadugeneralin, Amir Avivi, sum keldu.

Legan skal vera í Rafah, og fólk, sum skulu inn í leguna, verða kannað. Tey vera undir støðugum eftirliti, møguliga av skipanum, sum kenna andlit aftur. Hvørki ísraelski herurin ella skrivstovan hjá forsætismálaráðharranum hava gjørt viðmerkingar til søguna.

Amir Avivi sigur sambært Reuters, at palestinar, sum vilja sleppa til Egyptalands, skulu brúka leguna, eisini palestinar, sum vilja verða verandi í Gasa. Fráboðanin kemur samstundis, sum Ísrael fyrireikar eina avmarkaða upplating av marknaliðinum í Rafah. Tað var eitt krav í ætlanini hjá Donald Trump, forseta, fyri framtíðina hjá Gasa.

 

Hamas: Tvingað fráflyting

Keldur siga við Reuters, at Ísrael ætlar at geva fleiri palestinum møguleika at fara úr Gasa, enn tað sleppa inn, og tað er sambært Hamas tvingað fráflyting.

Ísrael hevur síðani vápnahvíldina í oktober havt eftirlitið við Rafah, og tað hevur fingið íbúgvarnar at rýma til øki, sum Hamas enn hevur tamarhald á.

Amir Avivi sigur eisini, at ísraelski herurin fyrireikar seg til eitt álop aftrat, um Hamas ikki leggur vápnini. Tá kann legan brúkast til at hýsa sivilum.

Heilsumyndugleikarnir í Gasa siga, at 480 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum, síðani vápnahvíldin kom í gildi. Fýra ísraelskir hermenn eru deyðir í hernaðarligum palestinskum álopum.

Hamas sýtir fyri at lata vápnini frá sær, og ísraelski forsætisráðharrin, Netanyahu, sigur, at næsta stig í Gasa verður ikki  endurbygging, men at økið skal avvánpast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097