Vilja stovna felag fyri lungnasjúk

Vilja stovna felag fyri lungnasjúk
Fríðrikur Bláhamar fekk lívið vent á høvdið av lungnasjúku – í kvøld verður fundur um nýtt felag hjá MEGD
 
23.09.2026 - 10:02

At anda er tað mest natúrliga í heiminum – líka til tað brádliga ikki er tað longur. Í Føroyum liva nógv við álvarsamari lungnasjúku, sum ger sjálvt tey mest vanligu gerandistingini strævin og torfør. Hóast sjúkurnar eru bæði útbreiddar og álvarsamar, hevur einki serstakt sjúklingafelag verið, sum talar teirra sak ella savnar tey og teirra avvarðandi. Tað skal nú broytast.

Ein av stigtakarunum er Fríðrikur Bláhamar. Hann er fyrrverandi maratonrennari og formaður í Ítróttafelagnum Bragdinum, men í 2022 gjørdist hann varugur við, at okkurt var galið við heilsuni. Orkan sveik, tá hann skuldi hjálpa til við einum lastbili í einum tunli, og málið um at renna fimm kilometrar á ólavsøku í 2023 miseydnaðist. Eftir fleiri kanningar fekk hann staðfest lungnasjúkuna IPF (idiopatisk lungnafibrosa), har lungnavevnaðurin gerst arrutur, uttan at læknarnir vita neyvu orsøkina.

Gerandisdagurin vendur á høvdið

Sjúkan hevur havt stórar avleiðingar fyri gerandisdagin. Hann gongur nú við súrevnistóli í einum lítlum ryggsekki, og trappur og vanligar rørslur eru gerandisstríð.

- Gerandisdagurin er fullkomiliga vendur á høvdið. Eg má ansa eftir ikki at pøsa meg, tí iltingin í kroppinum er so vánalig, at tað kann ganga út yvir onnur gøgn.

Hann hevur verið til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum, har hann er mettur egnaður til eina lungnatransplantatión, tá tað einaferð gerst neyðugt. Í løtuni leggur hann tó alla orku í at byggja heilsuna upp við gongutúrum og røttum kosti fyri at halda sjúkuni í skák so leingi sum gjørligt.

Saknar felagsskap og ráðgeving

Tørvurin á einum felag spratt úr hansara egnu kenslu av at standa einsamallur við eini lívsbroyting sum hesi.

- Eg føli meg øgiliga einsamallan. Hví skal ein ganga einsamallur, um vit eru fleiri, sum kunnu fylgjast, práta og deila royndir?

Ætlanin við felagnum er ikki bara at veita eitt sosialt netverk fyri sjúk og teirra avvarðandi, men eisini at skipa fyri felagstúrum, fáa fakfólk sum læknar og kostráðgevar at halda fyrilestrar, og virka politiskt. Dentur verður eisini lagdur á tey avvarðandi, sum ofta bera tyngstu byrðuna í gerandisdegnum.

Fundur í kvøld

Kunnandi fundurin verður í kvøld, mikudagin 23. september, í hølunum hjá MEGD í Havn (Íslandsvegur 10 b).

Á fundinum verður kannað, hvussu stórur áhugin er fyri at manna eina nevnd og formliga stovna felagið, og stigtakararnir vóna at síggja nógv fólk koma saman um hetta týðandi málið.

a_2227-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329