- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gráabók hevur við sær, at Jóannes Patursson fer úr Sjálvstýrisflokkinum

Í 1930 búðu 24.200 fólk í Føroyum og í 1935 var fólkatalið 25.744.
Størsta plássið er Havnin, sum í 1930 telur 3.200 fólk, og í 1935 3.611. Á øðrum plássi er Klaksvík við 1.409 fólkum í 1930, og 1.709 í 1935. Í 1930 er Tvøroyri á triðja plássi við 1.316 fólkum og í 1935 á fjórða plássi við 1.309 fólkum. Vágur, sum í 1930 var nummar fýra við 1.191 fólkum, er í 1935 – við 1.377 fólkum, triðstørsta plássið í Føroyum. Og í bæði 1930 og 1935 er Vestmanna nummar fimm við 788 fólkum í 1930 og 921 fólkum í 1935.
Í Føroyum eru øll 1930-árini merkt av kreppu, húsagangi og arbeiðsloysi, men samstundis er hetta tíggjuáraskeiðið, har ið føroyska málið verður viðurkent sum skúla- og kirkjumál. Higartil hevði grein 7 verið í gildi, og hon álegði lærarunum at undirvísa á donskum – sjálvt tá undirvíst var í føroyskum. Tó kundu lærararnir tosa føroyskt í teimum yngstu flokkunum, til børnini vóru før fyri at skilja danska málið.
Tað er eisini í tríatiárunum, at bæði bíbliutýðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victor Danielsen koma út og hetta fekk eisini stóran týdning fyri føroyska málið.
Í 1930 var føroyska flaggið, sum enn ikki var góðkent, í brennidepilinum, og hendan orrustan byrjar við 1.000 ára hátíðarhaldinum fyri Altinginum í Íslandi.
Í 1932 vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið og fær reinan meiriluta – 50,1 prosent av atkvøðunum, men á løgtingsvalinum í 1936 er Javnaðarflokkurin stóri vinnarin og fer frá 10,5 prosentum til 24 prosent, meðan Sambandsflokkurin, ið er stóri taparin, fer frá 50,1 prosentum til 33,7 prosent. Í 1935 verður Vinnuflokkurin stovnaður, og tá Jóannes Paturson í 1938 fer úr Sjálvstýrisflokkinum, stovnaði hann, saman við Vinnuflokkinum, árið eftir Fólkaflokkin.
Hesi eru millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini hesuferð.
Í sendingini eru samrøður við Hans Andrias Sølvará og Maluna Marnersdóttir.
Sendingin kann hoyrast her!


























