Veljarakanning: Fólkaflokkurin meira enn tvífaldar tingmannatalið

Veljarakanning: Fólkaflokkurin meira enn tvífaldar tingmannatalið
Var løgtingsval nú, hevði flokkurin fingið 37,3 prosent av atkvøðunum og 13 tingsessir
Sambært nýggjastu veljarakanningini hevði Fólkaflokkurin fingið sjey tingsessir aftrat. Á løgtingsvalinum í 2022 vóru hesi seks vald.
 
05.02.2026 - 15:21

Fólkaflokkurin hevði meira enn tvífaldað tingmannatalið, um val var í dag. 

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo

Flokkurin hevði sambært kanningini fingið 37,3 prosent av atkvøðunum og 13 tingsessir, og tað er uttan samanbering tann besta undirtøkan hjá nøkrum politiskum flokki í einari veljarakanning í nýggjari tíð.

Tað er næstan tvífalt so nógvar atkvøður, sum flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2022, tá hann fekk 18,9 prosent av atkvøðunum. Tá gav tað seks tingfólk, men hesa ferð stendur flokkurin til at fáa 13 tingfólk, og tað vil siga, at Fólkaflokkurin manglar bara fýra fólk í at fáa meiriluta einsamallur.

 


(Mynd: Portalurin)

 

Javnaðarflokkurin stóri taparin

Líka so stórur vinnari, sum Fólkaflokkurin hevði verið sambært kanningini, líka so stórur tapari hevði Javnaðarflokkurin verið.

Flokkurin stendur bara til 12,4 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd upp 14,2 prosentstig samanborið við valið í 2022. Og tað hevði eisini kostað fimm tingsessir. Eftir seinastu veljarakanningini stendur Javnaðarflokkurin bara til at fáa fýra tingfólk samanborið við níggju tingfólk seinast.

Eisini Framsókn stendur til ein lúsing í hesari veljarakanningini. Kanningin gevur bara Framsókn 4,2 prosent av atkvøðunum, sum er 3,3 prosentstig minni, enn flokkurin fekk á valinum í 2022. Og tað hevði bara givið Framsókn ein tingsess. Hann hevur tríggjar í dag.

Miðflokkurin stendur eisini til eina afturgongd, úr 6,6 prosentum niður í 4,7 prosent, men tað hevði ikki kostað í tingfólkatalinum.

 

(Mynd: Portalurin)

 

 

Sambandsflokkurin og Tjóðveldi varðveita tingsessirnar

Sambandsflokkurin hevur eina lítla framgongd, sløk tvey prosentstig, og tað hevði ongan mun gjørt í tingfólkatalinum.

Flokkurin hevði varðveitt sínar sjey tingsessir.

Tjóðveldi stendur til eina lítla afturgongd upp á eitt prosentstig, úr 17,7 prosentum niður í 16,7 prosent. Og heldur ikki tað hevði kostað tingsessir. 

 


(Mynd: Portalurin)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233