Søkja eftir verkætlanarleiðara til sambýlið við Rygsá

Søkja eftir verkætlanarleiðara til sambýlið við Rygsá
Løgtingið hevur játtað 115 milliónir kr. til byggingina, og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja 23. mars
Sambýlið við Rygsá á Argjum verður til vaksin við autismu.
 
06.02.2026 - 11:13

Landsverk søkir eftir byggileiðara til sambýlið við Rygsá á Argjum.

Løgtingið hevur játtað 115 mió. kr. til byggingina.

Sambýlið verður til vaksin við autismu.

Byggileiðarin skal hava dagligu leiðsluni á byggiplássinum og tryggja, at verkætlanin verður framd í samsvari við sáttmálagrundarlagið.

Hann skal stýra tíðarætlan, kostnaði, góðsku og arbeiðsumhvørvi. 

Kravt verður, at byggileiðarin hevur sína dagligu gongd á byggiplássinum.

Umsóknarfreistin er 24. februar.

Arbeiðið skal byrja 23. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025