Spurningar & svar: Anna Lovisa

bannari
Spurningar & svar: Anna Lovisa
20 ára gamla Anna Lovisa Mýri úr Klaksvík heldur, at hon hevur fingið betri sjálvsálit av at luttaka í tónleikarøðini Hoydølum hjá Kringvarpi Føroya
20 ára gamla Anna Lovisa hevur fingið nógv burtur úr at luttaka í Hoydølum, eitt nú betri sjálvsálit.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2026 - 19:00

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydølum? 

»Eg segði ja, tí tað ljóðaði spennandi og mennandi, bæði tónleikaliga og persónliga. Tað var ein góður møguleiki at royna okkurt nýtt, sum var avbjóðandi og stuttligt.«

 

Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?  

»Felagsskapurin millum okkum sangarar og øll hini á settinum hevur verið ekstremt góður. Eg eri so glað fyri at koma kenna so fantastisk fólk. Tað hevur sjálvandi eisini verið stuttligt at sleppa at syngja framman fyri føroyskum tónleikalegendum. Eitt annað, sum eg eri mega glað fyri, er, at sjálvsálitið er blivið betri. Eg føli, at eg havi flutt meg tónleikaliga, og harafturat eri eg blivin meira sjálvstøðug og ikki bundin at nøkrum øðrum. Eg kann bara siga, at alt var gott. Vit hava flent, grátið og alt harímillum. Vit hava havt so góðar karmar, bæði við dugnaligum orkestri og ikki minst Kringvarp Føroya, sum hevur gjørt alt fyri at stuðla og hjálpa okkum, eisini tá ið vit øll vóru pressað av, at tíðin var avmarkað.« 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?  

»Ja, fyri meg vóru fríløturnar tær bestu.«

 

SÍ EISINI: Hoydalar, temasíðan á kvf.fo

 

Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka? 

»Tað var hart at fara víðari til næsta tónleikara, tí tað gekk so skjótt. Eg føldi onkuntíð, at mín partur lá eftir, men eg kundi ikki broyta tað, tí vit vóru farin víðari. Tað helt eg var rættiliga hart. Eg vildi ynskt, at eg kundi gjørt tað umaftur og betri.« 


Anna Lovisa Mýri og Emma Højgaard hvíla seg eina løtu aftan fyri leiktjaldið í Hoydølum. Hetta vóru serliga góðar løtur, heldur Anna Lovisa. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung?

»Ja, aftan á triðja part. Eg var so skuffað og vildi ynskt, at eg kundi gjørt tað umaftur.« 

 

Hvussu er at síggja seg sjálva á skíggjanum?  

»Eg hugsi faktiskt ikki so nógv um tað. Eg eri bara glað fyri at vera við. Men eg hugsi jú sjálvandi um øll tingini, ið eg hevði kunnað gjørt betri og øðrvísi. Eg veit ikki, um eg leggi so nógv í, um fólk fara at kritisera meg. Alt tað, sum tey kunnu finna upp á at kritisera, havi eg sjálv longu hugsað um fleiri hundrað ferðir.«

 

Hvørja framførslu vart tú mest nervøs um frammanundan, og hví?  

»Hana í síðsta parti. Tit fáa at síggja, hví eg var so nervøs.« 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hvat vónar tú at fáa burtur úr luttøkuni?  

»Fáa eitt skump tónleikaliga, also fyri meg sjálva. Fáa disiplin at skriva sangir og góðtaka, at alt ikki behøvist at vera perfekt.« 

 

Vil tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydølum, um tað verður ein sesong 2? 

»Ja!! 100%. Tað hevur verið so stuttligt. Eg havi lært eina rúgvu!«

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957