Elias avgerandi leiklut - allir føroyingarnir komu væl frá byrjan

Elias avgerandi leiklut - allir føroyingarnir komu væl frá byrjan
Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk avgerandi leiklut í teprum Kiel-sigri, og Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf vunnu eisini í Bundesliguni, sum byrjaði aftur í í miðvikuni
 
12.02.2026 - 12:59

Elias Ellefsen á Skipagøtu átti avgerandi leiklut, tá THW Kiel vann tepurt á Rhein-Neckar Löwen í Bundesliguni, sum er byrjað aftur eftir EM-steðgin.

Føroyski spælskiparin hevði misnýtt fleiri skot ímóti týska landsliðsmálverjanum David Späth, men ímóti endanum var hann við til at hála Kiel upp á javnleik í einum dysti, har Rhein Neckar annars var frammanfyri frá byrjan.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt fýra mál tilsamans. Tvey teirra vóru til ávíkavist 25-24 og 26-25, og í allarseinastu løtu lat hann bóltin til svian Eric Johansson, sum høgdi hann í netið til 28-27 til norðurtýska stórliðið.

 

 

Hákun og teir flúgvandi - Vilhelm og teir sigraðu í evstu løtu

Füchse Berlin var stórfavorittur ímóti Wetzlar, og tað livdu Hákun West av Teigum og teir upp til við sannførandi 41-27 útisigri.

Hákun West av Teigum skeyt eitt mál upp á tvær skotroyndir. 

Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf vunnu 30-29 á Erlangen við máli í evstu løtu. Føroyski bakkurin skoraði einki mál hesa ferð.

 

Kappingin um Champions League hitnaði

Meðan Magdeburg-sigursrøðin helt fram, hitnaði kappingin um hitt Champions League-plássið. Füchse Berlin kom upp á 2. plássið, tí Flensburg tapti fyri Gummersbach, og Kiel kom upp undir liðina á Lemgo, sum tapti fyri Magdeburg.

Magdeburg hevur 38 stig, Füchse Berlin hevur 32, Flensburg 31, og Kiel og Lemgo hava 30 stig. Bert 1. og 2. plássið geva pláss í Champions League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356