HOYDALAR: Eyðun Nolsøe - eitt serstakliga gávað tónaskald

bannari
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe - eitt serstakliga gávað tónaskald
Onnur stjørnan av fimm í Hoydalar-tónleikarøðini hjá Kringvarpinum er Eyðun Nolsøe, frændin, ið má roknast millum frægastu føroysku tónaskøld gjøgnum tíðirnar
Eyðun Nolsøe er onnur stjørnan av fimm í tónleikarøðini "Hoydalar". Annar partur verður sendur í kvøld kl. 19.30.
Mynd: Úr “Hoydølum”  
 
12.02.2026 - 06:00

Munnu ikki allir føroyingar komast við onkran av mongu sangunum, sum Eyðun Nolsøe hevur í síni vøruskrá?

Hittini tróta ikki.

Men fleiri av sangunum eru annað enn bara hitt. Teir hava í sær eitt haldføri, sum fær teir at búnast, sum árini ganga.

Nógvar av hesum perlum skína líka bjartar í dag sum fyri tretivu ella kanska fjøruti árum síðani.

 

Onnur stjørnan í Hoydølum

Eyðun Nolsøe er onnur stjørnan í røðini av fimm, sum teir seks ungu spírarnir í nýggju tónleikarøðini "Hoydalar" skulu tulka.

Eyðun Nolsøe er føddur í Klaksvík í 1966.

Hann var yngstur av teimum trimum føstu limunum í bólkinum Frændur, sum var nógv frammi í 80- og 90-árunum við fólksligum sangum á føroyskum, men eisini sangum við politiskum og hugsjónarligun kanti.

Musikkurin var har beinanvegin. Eyðun fekk frálæru í violinspæli sum ellivu ára gamal, men hugurin stóð mest til gittaran, sum hann sjálvur lærdi seg at spæla á.

 

Soleiðis verður Eyðun Nolsøe presenteraður í øðrum parti av "Hoydølum":

portraett_eydun_til_web

 

Hvítar flykrur

Eyðun er blaðungur, tá fyrsta LP-plátan hjá Frændum kemur í 1984.

Tað er kortini ikki fyrr enn á aðru plátuni hjá Frændum í 1986, at Eyðun veruliga stígur fram sum lagsmiður og sangari.

Hann er tá 19 ára gamal.

Eyðun skrivar nakrar av góðu sangunum á hesi plátuni - ein er "Hvítar flykrur", ið mong halda telist millum hansara bestu sangir.

Lagið kom eina vetrarnátt í einum húsum í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, sum hann og Terji Rasmussen leigaðu í.

Huglagið var longsul. Longsul eftir unnustuni, ið stødd var í øðrum landi. Steintór Rasmussen forloysti hesar kenslur í eina yrking við myndum úr náttini, tá ið hann kavaði av møkum.


Ein væl upplagdur Eyðun Nolsøe verður at síggja í øðrum parti av tónleikarøðini "Hoydalar" í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19.30. (Mynd: úr Hoydølum)

 

Gjørdist meginlagsmiður

Hesin sangur, og aðrir við honum, vístu, at Eyðun hevði serstakar gávur sum tónaskald. Sangirnir eru lagfagrir og hava eitt melodiskt og ljómandi flog, ofta er ein farri av sorgblídni omaná. Nógvir verða til í fima akustiska gittarfingraspælinum, ið er Eyðuni so eyðkent.

Í løgunum hoyrast viðhvørt dárandi harmonisk skifti, borin fram av viðføddum musikaliteti, tó stundum í stríð við hevdbundnar lærusetningar um tónasmíð. Soleiðis gerast sangir hansara ofta ektaðir og originalir.

Eyðun sigur, at mesta íblásturin at skriva sangir hevur hann fingið úr tónleikinum hjá The Beatles. Haðani hevur hann teknikkin og harmoniska undirstøðið til at gera sítt egna.

Eyðun tekur seg sum frá líður út sum meginlagsmiðurin í Frændum. Sangirnir vella frá honum hesi árini. Hann mennir seg eisini sum sangari og í kynstrinum at skriva sangtekstir.

 

Ein forloysandi g-moll

Vinarlagið við javnaldurin Terja Rasmussen man kennast báðum gagnligt og mennandi. Terji vísir honum sangin "Eros", tí hann stendur fastur og er ikki mentur at fullføra verkið.

Eyðun kemur honum tá til hjálpar við einari moll-akkord, ið loysir knútin. Tað er í B-stykkinum, tá sungið verður um "at gloyma dagsins stríð".

Brádliga hevði Eyðun eina forloysandi g-moll til sjálva brúnna, ið bindur alt saman í regluni: bara hann okkum sær/tað leggur hann einki í.

 

Amnesty og talv

Í 1990 vinnur Eyðun sangkappingina, sum Amnesty Føroyar skriva út. Steintór Rasmussen hevur yrkt "Tey dansa eins og skuggar", Eyðun smíðar lagið og syngur sjálvur.

Vinnarasangin framførdi hann á konsert í Norðurlandahúsinum, nýheimkomin úr New York, hagar hann og vinmaðurin Jóan Hendrik Andreasen vóru farnir at síggja Kasparov og Karpov telva um heimsmeistaraheitið.

Talv er onnur passjónin hjá Eyðuni. Sama er við hinum báðum høvuðsmonnunum í Frændum, Steintór Rasmussen og bróðrinum Rana Nolsøe. Allir tríggir hava verið føroyameistarar - Eyðun røkk tindin í 1995.


Mynd: úr tónleikarøðini "Hoydalar"

 

Solo

Frændur rigga av sum útgávuvirkin bólkur fyrrapartin í 90-unum. Eyðun skal nú fóta sær sum solistur.

Fyrsta eginútgávan í 1997 nevnist rætt og slætt "Solo". Fjúrtan nýskrivaðir sangir. Tann mest spældi gjørdist "Dansa", men sjálvur ivaðist Eyðun, um sangurin yvirhøvur átti at fáa innivist á fløguni.  Men soleiðis kann sjálvt hin dugnaligi sangskrivarin fara skeivur av sínum áhoyrarum.

Eyðun og vinmaðurin Terji Rasmussen kasta saman um eina felags útgávu í 1999. Sangirnar eiga teir helvt um helvt.

Heili tíggju ár eru millum tær tríggjar eginútgávurnar hjá Eyðuni, "Solo í 1997, "So nógvar røddir" í 2007 og "Dagur legst at degi" í 2017.

Síðani eru ymisk stakløg komin, men líkt er til, at sangirnir koma ikki longur í sama stríða streymi sum fyrr.

 

Í friðsælu í Froðba

Men sum ein av teimum fáu her á landi, fær Eyðun tað kortini at bera til at liva av at syngja og spæla sínar sangir fyri føroyingum.

So mikið fólksligir eru sangirnir nú vorðnir hjá klaksvíkinginum, sum í ungdómsárum búleikaðist nógv í Havn, seinni Keypmannahavn, men eftir aldamótið flutti heim aftur, og setti búgv í Suðri.

Sangskrivarin, sum í summar fyllir 60, er still going strong, men tykist nú at hava fest røtur í friðsæluni úti í Froðba.

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957