Síðuskrúvurnar á Smyrli rigga væl

Síðuskrúvurnar á Smyrli rigga væl
Nú eru ristingarnar í skipinum nógv minni, tá tað leggur at og fer frá bryggju
Síðuskrúvurnar gera ikki, at Smyril avlýsir.
 
17.02.2026 - 06:37

Tað kostaði 22 milliónir og 750.000 krónur at seta tvær nýggjar síðuskrúvur í Smyril og styrkja afturskipið.

Nú eru ristingarnar í skipinum nógv minni, tá tað leggur at og fer frá bryggju.

Men streymveitingarskipanin hjá síðuskrúvunum gevur frekvensórógv á eldávaringarskipanina.

Ikki ber til at siga, nær tað brekið verður rættað.

Men einki samband er millum avlýsingarnar hjá Smyrli herfyri og tekniskar trupulleikar.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spurdi um nýggju síðuskrúvurnar hjá Smyrli.

Sambært Strandfaraskipum landsins virka tær eftir ætlan, svara Ruth Vang. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252