Landsverk hvørki vil ella kann góðkenna verkætlanina um Suðuroyartunnilin

Landsverk hvørki vil ella kann góðkenna verkætlanina um Suðuroyartunnilin
Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki, sigur, at stovnurin hevur ikki fingið neyðugt tilfar, og trygdarkanningin er ikki gjørd av óheftum parti
Marjun Weihe Thomassen er stjóri í Landsverki.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
11.02.2026 - 08:25

Landsverk hvørki vil ella kann góðkenna verkætlanina at gera Suðuroyartunnilin. 

Lógaruppskotið um tunnilin leggur annars upp til, at Landsverk skal góðkenna verkætlanina, áðrenn farið verður víðari til sjálva prosjekteringina. 

- Vit hava ikki fingið neyðuga tilfarið, og trygdarkanningin er ikki gjørd av óheftum parti, sum annars er ein treyt. 

Tað sigur Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11022026_Marjun_og_godkenning

 


Teitur Samuelsen. 

 

Stjórin í tunnilsfelagnum ásannar, at trygdarkanningin má gerast soleiðis, at hon lýkur krøvini um at vera óheft.

-Tað fara vit at tosa við Landsverk um, sigur Teitur Samuelsen.

Hoyr samrøðu við Teit Samuelsen í útvarpstíðindunum, sum m.a. var spurdur, hví hann hevur biðið somu fyritøku, sum skal prosjektera verkætlanina, um eisini at gera trygdarkanningina:

 

11022026_Teitur_2


 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329