Hava fiskað alla norðhavssildina í norskum sjógvi

Hava fiskað alla norðhavssildina í norskum sjógvi
Fremsta orsøkin er, at tað hevur hilnast so væl at fiska í norskum sjógvi, sigur felagið Nótaski
Gøtunes og Finnur Fríði. Fiskiskapurin eftir norðhavssild í norskum sjógvi hevur hilnast væl.
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
20.02.2026 - 09:38

Føroysku uppsjóvarskipini hava longu fiskað nærum alla kvotuna av norðhavssild.

Hetta er skjótt sammett við undanfarin ár. 

Fremsta orsøkin er, at tað hevur hilnast so væl at fiska í norskum sjógvi, sigur felagið Nótaskip.

 

Kvotan ein triðing størri

Kvotan er 53.391 tons, ein triðing størri enn í fjør.

Eftir vóru 43.000 tons til føroysk skip, tá onnur lond høvdu fingið sítt.

Nakað av óbrúktari kvotu frá í fjør var flutt til í ár.

42.000 tons eru fiskað.

 

Plaga eisini at fiska í íslendskum sjógvi

Uppsjóvarskipini plaga at fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi um heystið. 

Men fiskiveiðisáttmálin við Ísland í ár er higartil bara galdandi til 1. august.

Tí er tað hugaligt, at nærum øll kvotan av norðhavssild longu er fiskað, siga Nótaskip. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311