Útróðrarbátur á land í Sjeyndum

Útróðrarbátur á land í Sjeyndum
Um hálvgum níggju tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein bátur hevði siglt á land, tá hann kom av Norðhavinum.
Tað var innarlaga í Sjeyndum, at báturin fór á land í gjárkvøldið. Víkin liggur opin fyri ættini, sum lá beint inn og tí var ókyrt
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
21.02.2026 - 10:38

Ein útróðrarbátur fór av kós, tá hann kom aftur av útróðri á Norðhavinum í gjárkvøldið.

Um hálvgum níggjutíðina fekk løgreglan í Havn boð um, at ein bátur hevði siglt á land, og hann var farin á land í Sjeyndum, sum er víkin norðast á Streymoynni, norðanfyri Tjørnuvík.

Ein maður var umborð, hann hevði verið til fiskiskap og var á veg til lands, tá hann eftir øllum sólarmerkjum at døma fór heilt av kós og endaði inni í Sjeyndum.

Vanliga fara útrórðarbátarnir til Eiðis at leggja veiðina upp, og tí hevur talan veruliga verið um ein bát, sum er farin av kós. 

Sum skilst fór báturin á land innarlaga í Sjeyndum, og kanska var tað heppið, tí tað er berg fyri, heilt úr Stakkinum og næstan allan vegin inn í Sjeyndir.

Løgreglan sendi Rescue Vón á staðið og hóast tað var ókyrt á víkini, so eydnaðist fyrst at skjóta eina línu umborð á skadda bátin, og eftir tað svam ein bjargari av Rescue Vón inn til útróðrarbátin. Hann fór umborð og var um mannin til tyrlan kom eftir teimum báðum. Bjargarin metti tað ikki vera ráðiligt at taka mannin av bátinum umborð á Rescue Vón, júst tí tað var so ókyrt.

Boð vóru tí send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi, sum heysaði mannin - og bjargaran - upp og flutti útróðrarmannin á Landssjúkrahúsið. Har varð blóðroynd tikin av manninum, men hon staðfesti bara, at maðurin var púra edrúur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424