Rokmikil fundur við baklandið hjá Javnaðarflokkinum

Rokmikil fundur við baklandið hjá Javnaðarflokkinum
Aksel kallaði baklandið til fund í gjár fyri at binda um heilan fingur, tá pensjónsaldurin skal hækkast og lógaruppskotið um Suðuroyartunniln skal samtykkjast í morgin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2026 - 18:24

Í morgin koma tvey stórmál hjá samgonguni til viðgerðar í tinginum.

Fyrst á skrá er málið um at hækka pensjónsaldurin, og síðani er málið um at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.

Samgongan hevur ferð eftir ferð hevur sagt, at málini ikki hanga saman, men tað eyðsæð, at tey er tengd at hvørjum øðrum. Verður málið um at hækka pensjónsaldurin ikki samtykt, so hongur samgongan, og málið um Suðuroyartunnilin, í klønum tráð. 

 

Ein atkvøða kann fella samgonguna

Ruth Vang hevur sagt, at skal Suðuroyartunnilin samtykkjast, skal málið um hækkaðan pensiónsaldur samtykkjast eisini.

Í vikuni boðaði Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, frá, at hon tekur støðu um pensjónsmálið í salinum. 

Tað vil siga, at vandi er fyri, at málið um pensjónsaldurin kann fella, um ein samgongulimur aftrat atkvøður ímóti. 

Hetta er greitt, tí andstøðan atkvøður ikki fyri at hækka pensjónsaldurin. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Styttri arbeiðsvikan eisini í buktini

Ingilín D. Strøm hevur fyrr verið rættiliga greið um, at arbeiðsvikan skal styttast, men tað málið er lagt til viks. 

Tann 17. desember í fjør legði Ingilín D. Størm áherðslu á, at hon góðtekur ikki at lyftið um styttri arbeiðsviku verður slept.

Hon valdi orðaskiftið um pensjónsaldur at undirstrika, at hon góðtekur heldur ikki niðurstøðuna hjá sínum egna formanni, um at eingin undirtøka er fyri styttri arbeiðsvikuni.

Framsókn hevur, sum nevnt, tengt uppskotið um pensjónsaldur saman við uppskotinum um Suðuroyartunnil.

Ingilín D. Strøm kom hendan dagin í tinginum tó ikki við einari slíkari hóttan í sambandi við, at hon tók lyftið um styttri arbeiðsvikuna fram. Men hon legði dent á, at stytt arbeiðsvika og hækkingin av pensjónsaldrinum skulu fylgjast at.

 

Skuldu atkvøða á fundi

Aksel V Johannesen hevur ikki ráð til at fleiri samgongulimir atkvøða ímóti samgonguni í pensjónsmálinum, um Liljan Weihe velur at atkvøða blankt ella ímóti at hækka pensjónsaldurin í morgin. 

Fyri at binda um heilan fingur kallaði løgmaður flokksleiðsluna saman í gjár. Hetta fyri at tryggja sær, at hann hevur uppbakning frá baklandinum. 

Men á fundinum vóru fleiri ikki sørt ørkymlaði, tí á fundinum skuldu tey atkvøða um, hvat tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum skulu atkvøða á málinum um Suðuroyartunnlin og pensjónsaldurin. 

Hetta var ikki fráboðað áðrenn, og haraftrat gav hetta greiðar ábendingar um, at málini verða tengd saman, soleiðis at tú antin segði ja til bæði ella nei til bæði.

Á fundin var heldur ikki var møguligt at atkvøða dulnevnt, so skuldi tú ganga ímóti løgmanni, so mátti tú traðka fram og gera tað opið. 

 

Rokaligur fundur

Av tí at fólk ikki vistu áðrenn fundin, at tey skuldu atkvøða, var tað heldur tilvildarligt hvør var møttur. 

Nógvir suðuroyingar vóru møttir, og bæði limir og varalimir atkvøddu fyri málinum, meðan eitt nú var Sandoyggin nærmast ikki umboðað á fundinum.

Fundurin var rokaligur og ørkymlandi, siga keldur, ið Kringvarpið hevur tosað við.

Vit royndu at fáa orðið á løgmann til tíðindasendinga kl 18, men tað eydnaðist ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167