Árinskanning: Tilfar frá alternativa tunnilsbólkinum var ikki við

Árinskanning: Tilfar frá alternativa tunnilsbólkinum var ikki við
Kanningin var annars ein avgerandi grundgeving, hvør farleið skuldi veljast
Løgmansskrivstovan helt ikki, at tað var neyðugt at tosa við tunnilsbólkin í sambandi árinskanningina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.02.2026 - 16:11

Tá ein strategisk árinskanning skuldi gerast av Suðuroyartunlinum, var tilfarið hjá alternativa tunnilsbólkinum als ikki tikið við.

Kanningin var annars ein avgerandi grundgeving, hvør farleið skuldi veljast

Tað var út frá einum avmarkaðum tilfari, at ein sonevnd strategisk árinskanning varð gjørd av Suðuroyartunlinum. Henda kanning fylti annars rættiliga nógv, tá samgongan gjørdi sína endaligu tilráðing um, hvør farleið skuldi veljast.

Hetta sæst rættiliga týðilga í einum teldupostsamskifti millum William Simonsen, sum var annar av teimum, sum gjørdi árinskanningina, og Flóvin Eidesgaard á Løgmansskrivstovuni.

Í telduposti 11. februar skrivar William Simonsen, at tey í sínum arbeiði við kanningini als ikki tosaðu við tunnilsbólkin, sum vil bora niður úr Skúvoy, og hava tunnilsmunnan at vera við Múlan við Sands bygd.

William Simonsen sigur í teldupostinum, at hann, eftir at árinsmetingin var gjørd, hevur tosað við tunnilsbólkin, sum vil hava fund við seg, tí bólkurin hevur fleiri viðmerkingar. William Simonsen sigur í teldupostinum, at tað hevði verið gott, um landsstýrið vil hoyra tunnilsbólkin.

 

Ikki neyðugt at tosa við tunnilsbólkin

Til tað svarar Flóvin Eidesgaard 20. februar, at landsstýrið hevur fult álit á árinskanningini og tí fakliga partinum - uttan at siga, hvat hann sipar til. Hann sigur, at tilfar frá tunnilsbólkinum hevur verið partur av viðgerðini í Løgtinginum, og at tunnilsbólkurin hevur viðmerkt árinskanningina. Fíggjarnevndin hevur eisini fingið viðmerkingar frá tunnilsbólkinum. Og at forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, er kunna um støðuna hjá Tunnilsbólkinum.

Tí heldur Flóvin Eidesgaard tað ikki vera neyðugt at tosa við tunnilsbólkin, sum William Joensen annars mælir til.

Hvussu er og ikki, so valdi Løgmansskrivstovan einki at gera. Árinskanningin slapp at standa, hóast hon bara bygdi á ein útvaldan part av tilfarinum í tunnilsmálinum - og síðani var brúkt at velja ta einu farleiðina fram um hina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Hósdag 9. juli
Morgunlestur hósdagur
210654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523