Uppskotið um Suðuroyartunnilin samtykt: 23 fyri og 7 ímóti - ein var blonk

Uppskotið um Suðuroyartunnilin samtykt: 23 fyri og 7 ímóti - ein var blonk
Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið hjá løgmanni um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum. 23 vóru fyri, sjey vóru ímóti og ein atkvøða var blonk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 19:52

Nú er skjótt klárt at fara undir fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum og til tilhoyrandi tunnils- og vegakervi. 

Løgtingið hevur í øllum førum samtykt uppskotið hjá løgmanni við aðru viðger. 

23 atkvøður vóru fyri, sjey vóru ímóti og ein var blonk. 

Málið skal hava eina triðju viðger, men undirtøkan var so mikið greið, at triðja viðger er ein formalitetur. 

 

Fyri:

Beinir Johannesen (A)
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A)
Jacob Vestergaard (A)
Jørgen Niclasen (A)
Hanna Jensen (F)
Bjarni Hammer (C)
Eyðgunn Samuelsen (C)
Hans Jacob Thomsen (C)
Henrik Old  (C)
Jóhannis Joensen (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Súsanna Bertholdsen (C)
Uni Holm Johannesen (C)
Jenis av Rana (H)
Steffan Klein Poulsen (H)
Erhard Joensen (B)
Eyðdis Hartmann Niclasen (B)
Frimodt Rasmussen (B)
Kaj Leo Holm Johannesen (B)
Annika Olsen (E)
Bjørt Samuelsen (E)
Dennis Holm (E)
Høgni Hoydal (E)

Ímóti:

Árni Skaale (A)
Bárður á Lakjuni (A)
Bjarni Kárason Petersen (F)
Karlot Hergeirsson (F)
Helgi Abrahamsen (B)
Magnus Rasmussen (B)
Liljan Weihe (E)

Blankt:

Erling Eidesgaard (E)


Tá ið tað kom til stykkis, so valdi Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, ið hevur verið øgiliga atfinningarsamur móti málsviðgerðini í sambandi við Suðuroyartunnilin, at atkvøða blankt (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659