Danski verjumálaráðharrin vil gera upp við kjarnorkuvápnapolitikkin

Danski verjumálaráðharrin vil gera upp við kjarnorkuvápnapolitikkin
Troels Lund Poulsen sigur, at hann er opin fyri at tosa um kjarnorkuvápnapolitikkin í støðuni, sum heimurin er í
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
25.02.2026 - 08:27

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, vil fegin samráðast um danska samfígging, ella skipa goymslu til kjarnorkuvápn á danskari jørð.

Tað segði hann við Politiken, tá hann í gjár vitjaði høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, í sambandi við fýra ára dagin fyri kríggið í Ukraina.

- Við hesum er ikki sagt, at eg haldi, at tað skal gerast beinanvegin. Men eg eri opin fyri at tosa um allan karmin kring okkara kjarnorkupolitikk í tí støðu, vit eru í. Bæði í hvat viðvíkir fígging og orku, sigur hann við Politiken.

Hann ásannar, at tað fer at krevja, at Danmark ger upp við danska kjarnorkuvápnapolitikkin, sum seinastu 70 árini hevur verið, at kjarnorkuvápn eru bannað á danskari jørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373