Janus á Húsagarði: At skriva løg er tað lættasta í verðini

Janus á Húsagarði: At skriva løg er tað lættasta í verðini
Crowberry Band er ein av fleiri bólkum, sum fara at spæla á Várfólk, ið er árliga fólkatónleikarastevnan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 07:40

Crowberry Band var settur á stovn í 2015. Bólkurin hevur spælt hópin av konsertum á barrum og festivalum í Føroyum.

Høvuðsmaður er Janus á Húsagarði.

- Eg var nokkso gamal, tá eg byrjaði at spæla, sigur hann. 

- Haldi eg var 33, tá eg keypti eina mandolin, og eini tvey ár seinni byrjaði eg at spæla á barrum, minnist Janus á Húsgarði.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Janus kom skjótt eftir tí, og hann vil vera við, at tað er eitt spæl at skriva tekstir og gera løg.

Vanliga setir hann seg við gittaranum og tekur eina akkord. Ofta er tað C ella G, og síðani murrar hann eitt lag. 

Tey koma bóltandi eitt fyri og annað eftir. Tey bestu verða síðani vald.

Nakað tað sama er við tekstum. Janus hevur eina rúgvu liggjandi.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Onkuntíð eru vrakaðu tekstirnir tað besta, tí tá ber til at venda aftur og spinna víðari. Mangan fer søgugongdin tá heilt annan veg.

Nógvir evnaríkir tónleikarar hava spælt við Crowberry Band, men manningin er skiftandi og eisini er støddin á bólkinum ymisk.

Tað veldst um, hvat riggar best ávísu løtuna.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Hesa ferð er manningin Janus á Húsagarði: sang og gittar, Vinjar Egilsnes Petersen: klaver og Karl Andrias Stórá: gittar.

Tey, ið vilja hoyra meira við Crowberry Band, hava góðan møguleika til tað á fólkatónleikarastevnuni Várfólk, sum byrjar í næstu viku.

Har spæla Janus og tey fleiri konsertir.

1798917

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650