Peningastovnarnir tríggjar milliardir í avlopi í fimm ár

Peningastovnarnir tríggjar milliardir í avlopi í fimm ár
Tølini staðfesta enn einaferð, at tað framhaldandi loysir seg sera væl at reka bankavirksemi í Føroyum
Avlopið hjá peningastovnunum seinastu fimm árini hevur verið meiri enn tríggjar milliardir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2026 - 08:54

Eisini 2025 gjørdist eitt gylt ár hjá stóru peningastovnunum í Føroyum. 

Í vikuni kom Betri Banki við einum úrsliti, sum vísir 330 milliónir í yvirskoti í fjør 

Og fyri tveimum vikum síðani kom Føroya Banki við sínum úrsliti, sum vísti 356 milliónir í yvirskoti.

Samanlagt smáar 700 milliónir krónur í yvirskoti í báðum bankunum, bara í 2025. Gamaní, áðrenn skatturin er goldin, men hetta er upphæddin, bankarnir høvdu í vinningi av sínum viðskiftafólkum í fjør.

Smáu peningastovnarnir - Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi - hava ikki almannakunngjørt sínar ársroknskapir enn, men bara fyrra hálvár í fjør høvdu teir tilsamans 25 milliónir í yvirskoti.

 


Føroya Banki hevði 330 milliónir í yvirskoti í fjør. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Loysir seg væl at reka bankavirksemi

Tølini staðfesta enn einaferð, at tað framhaldandi loysir seg sera væl at reka bankavirksemi í Føroyum.

Leggja vit samlaða yvirskotið hjá bankunum í ár - sum verður væl størri enn 700 milliónir krónur - oman á yvirskotini undanfarin ár, so sær myndin soleiðis út:

 

2024: 792 milliónir krónur í yvirskoti
2023: 776 milliónir krónur í yvirskoti
2022: 308 milliónir krónur í yvirskoti
2021: 498 milliónir krónur í yvirskoti

 

Síðstu fimm árini hava bankarnir havt 3,1 milliardir krónur í yvirskoti.

 


Avlopið hjá Betra Banka í fjør var 356 milliónir í fjør. 
 

 

Lítið og einki tap

Í fjørsummar vísti ein greining hjá Landsbankanum, at tað er stórt sæð eingin vandi at reka bankavirksemi í Føroyum.

Tapini hjá útlánunum til vinnukundar vórðu tá gjørd upp til 0,3 prosent av samlaðu útlánunum. Tapini av útlánunum til húsarhaldini vóru enn minni - tey vóru 0,1 prosent av samlaðu útlánunum.

Stórt sæð verður tað, sum verður sett av móti tapi, seinni inntøkuført aftur.

Annar av stóru peningastovnunum - Føroya Banki, sum eisini er skrásettur á keypsskálanum - hevur alment boðað frá, at málið er, at 70 prosent av yvirskotinum skulu latast út til partaeigararnar sum vinningsbýti.

Í ár gevur tað partaeigarunum 202 milliónir krónur í vinningsbýti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345