Miðflokkurin: Avtøka av fosturtøkulógini ikki ófrávíkiligt krav

bannari
Miðflokkurin: Avtøka av fosturtøkulógini ikki ófrávíkiligt krav
Miðflokkurin leggur framvegis størstan dent á etisk virði, men at avtaka lógina um fría fosturtøku er ikki eitt ófrávíkiligt krav. Miðflokkurin hevur lagt valskránna fram
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, leggur valskránna fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2026 - 13:34

Miðflokkurin í dag legði í dag valskránna fram í Norðurlandahúsinum, sum flokkurin forrestin vil hava undir føroyskt ræði at brúka til tjóðleikhús.

Etisku virðini fylla eins og áður mest hjá flokkinum, sum tá sigur, at avtøka av forsturøkulógini ikki er eitt ófrávíkiligt krav fyri at fara í samgongu. 

Miðflokkurin vil ikki hava moskur í Føroyum, hann vil banna trúarsamfeløgum, ið ikki virða trygd, frið og frælsi borgarans, lækka talið á tilflytarum, og hava betri samskipan av útlendingamálum.

Onnur punkt í valskránni hjá Miðflokkinum eru at hækka barnafrádráttin, seta ein almennan banka á stovn, hava viðgerðartrygd og stytta arbeiðsvikuna.

Á vinnuøkinum vil flokkurin skatta yvirskot, hava langtíðarloyvir til fiskivinuna og geva pensjónistum loyvi at arbeiða eftir pensjónsaldur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16032026_Jenis_av_Rana

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392