Arbeiða enn við kunngerð um størri heimild til heilsustarvsfólk

Arbeiða enn við kunngerð um størri heimild til heilsustarvsfólk
Lógin kom í gildi í 1. desember, men kunngerðin er ikki lýst
Kunngerðin skal geva sjúkrarøktarfrøðingum heimild til at skriva út ávís sløg av heilivági og at koppseta. (Savnsmynd)
 
17.03.2026 - 14:13

Heilsumálaráðið arbeiðir framvegis við eini kunngerð, sum skal geva sjúkrarøktarfrøðingum heimild til at skriva út ávís sløg av heilivági og at koppseta.

Sjálv lógin, sum er eitt danskt ríkislógartilmæli, kom í gildi í desember í fjør, og tá fingu sjúkrarøktarfrøðingar, spesialsjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og tannrøktarar ávísar víðkaðar heimildir. 

Men tað er ikki fyrr enn kunngerðin er lýst, at sjúkrarøktarfrøðingar eisini kunnu útskriva og geva ávís sløg av heilivági og koppseta.

Ymisk teknisk og serføroysk viðurskifti skulu fáast uppá pláss, áðrenn kunngerðin kann lýsast, upplýsir Heilsumálaráðið.

 

Stytta bíðitíðina

Endamálið við lógini og kunngerðini er, at heilsustarvsfólk kunnu útinna arbeiðsuppgávurnar so smidliga sum til ber, og at førleikar verða nýttir skynsamari. Skipanin hevur higartil verið ov stirvin, men lógarbroytingin kann gera arbeiðið meira smidligt og stytta bíðitíðina á ávísum viðgerðum, stendur í álitinum til lógaruppskotið.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vísa tó í hoyringarskrivi á, at tað er alneyðugt, at Heilsumálaráðið ger vegleiðingar fyri, hvussu lógin og kunngerðin skulu umsitast.

Tað hevur Heilsumálaráðið í Danmark gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775