SÍ kann taka føroyameistaraheitið á "heimavølli"

SÍ kann taka føroyameistaraheitið á "heimavølli"
SÍ vann 3-1 á Mjølni í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár, og sørvingar kunnu nú tryggja sær FM, um teir vinna 2. finaluna á "heimavølli" á Giljanesi
Mynd: Sørvágs Ítróttafelag  
 
19.03.2026 - 10:16

SÍ vann á Mjølni í fyrstu FM-finaluni í Hotel Djurhuus-deildini, og kann tryggja sær meistaraheitið við sigri á "heimavølli" á Giljanesi sunnudagin.

Dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík endaði 3-1 til sørvágskvinnurnar.

Mjølnir vann annars fyrsta settið. Liðini skiftust um at vera frammanfyri, men heimaliðið fekk avgjørt til 25-23. 

SÍ javnaði til 1-1, tá Anja Danielsen smasjaði til 25-23, og úrslitið varð hitt sama í 3. setti, tá Paula Nattestad Joensen átti avgerandi stigið.

Sørvingar vóru klárt omaná í 4. setti, sum endaði 25-16, og sunnudagin hevur Mjølnir knívin á barkanum á Giljanesi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025