Trump avlýsir álop - oljuprísurin lækkar

Trump avlýsir álop - oljuprísurin lækkar
Amerikanski forsetin sigur, at framstig eru gjørd í samráðingunum millum USA og Iran seinasta samdøgrið
Donald Trump, forseti, hevur givið boð um at útseta øll álop á iransk orkuverk í fimm dagar.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.03.2026 - 13:09

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur í dag útsett øll álop á iransk orkuverk næstu fimm dagarnar.

Hetta hendir eftir at framstig eru gjørd í samráðingunum millum USA og Iran, sum hava verið seinasta samdøgrið.

Donald Trump skrivar á sínum miðli:

- Eg fegnist um at boða frá, at seinastu tveir dagarnar hava USA og Iran havt sera góðar og gevandi samráðingar um eina fullfíggjaða loysn og heildarloysn fyri fíggindaskap okkara í Miðeystri.

 

Oljuprísurin lækkar

Trump hevur tí heitt á amerikanska verjumálaráðið um at "útseta øll hernaðarlig álop á iransk orkuverk og orkukervi í eitt tíðarskeið uppá fimm dagar".

Leygardagin gav Donald Trump Iran kravboð um at lata Hormuzsundið upp innan 48 tímar. Um ikki, fór USA at leggja orkuverkini í Iran í oyði, og at byrjað varð við teimum størstu verkunum.

Samrøður verða aftur í hesi vikuni.

Eftir at hesi tíðindini bórust, lækkaði prísurin fyri eina tunnu av Brent-ráolju 13 prosent, niður í 96 dollarar fyri tunnuna, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166