Illgruni um, at Hamas var uppi í álopi í Reykjavík

Illgruni um, at Hamas var uppi í álopi í Reykjavík
Átta menn eru tiknir fyri álopið, sum sigst hava samband við brotsmannalið, íslendsk og palestinsk
Tað var í hesum bilkjallaranum í Reykjavík, at álopið var framt.
Mynd: Morgunblaðið  
 
25.03.2026 - 08:26

Løgreglan hevur illgruna um, at millum teirra, sum eru tiknir fyri eitt grovt álop í einum bilkjallara í Reykjavík í síðstu viku, eru nakrir, sum hava samband við Hamas.

Tí í telefonum teirra eru myndir, har teir fáast við AK-47 maskinbyrsur, skrivar Morgunblaðið.

Og menninir bera eisini eyðmerkini hjá Hamas.

Tað hevur blaðið frá løgreglumonnum, sum vilja vera dulnevndir.

 

Átta menn tiknir

Átta menn eru tiknir fyri álopið, sum sigst hava samband við brotsmannalið, íslendsk og palestinsk.Tveir teirra eru í varðhaldi.

Ein íslendingur var álvarsliga skaddur í álopinum. Knívar, slagvápn og bilar vóru brúkt.

Álopið verður kannað sum drápsroynd.

Aðrir, sum hava samband við málið, eru úr Svøríki, Palestina og øðrum londum í Miðeystri, skrivar Morgunblaðið.

 

Yvirgangsmenn

Løgreglan sigur, at nakrir teirra eru á listanum hjá Interpol við monnum, sum eru undir illgruna fyri at vera yvirgangsmenn.

Yvirgangsmenn hava biðið um friðskjól í Íslandi.

Millum annað var ein IS-maður tikin á Akureyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221