Viðmerkjari: Sjúrður Skaale tók øll á bóli

Viðmerkjari: Sjúrður Skaale tók øll á bóli
Høvuðsvalevnið hjá Javnaðarflokkinum hevur enduruppfunnið, hvat tað vil siga at vera fólkatingsumboð fyri Føroyar, sigur Jóhann Lützen, blaðstjóri og viðmerkjari
Sjúrður Skaale á fólkatingsvali í gjár. Hann gjørdi eitt óvanliga gott val.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2026 - 11:51

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eru afturvald í fólkatingið - og tað við lít.

Tey fingu meira enn helvtina av atkvøðunum á valinum í gjár.

Sjúrður Skaale fekk 10.823 atkvøður, og Anna Falkenberg fekk 5.304 atkvøður.

Bæði tóku sítt egna atkvøðumet væl og virðiliga.

 


Jóhann Lützen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

At Sjúrður Skaale persónliga hevur megnað at fáa fleiri enn triðju hvørja atkvøðu, sum varð avgreidd í gjár, kemur óvart á Jóhann Lützen, viðmerkjari og blaðstjóri á Norðlýsinum:

 

25032026_Johann_L

 


Anna Falkenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Árni Gregersen, viðmerkjari, heldur, at virðiskjakið um Ísrael og islam er ein av orsøkunum til, at Sjúrður Skaale tók atkvøðumetið og fekk yvir 10.000 atkvøður á ólkatingsvalinum í gjár:

 

25032026_Greg_

 

Framgongdin 15 prosent

Javnaðarflokkurin fekk næstan 45 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á meira enn 15 prosentstig.

Sambandsflokkurin fekk góð 25 prosent - ein afturgongd upp á góð seks prosentstig.

Triðflestar atkvøður fekk Fólkaflokkurin, sum fekk 15 prosent, og gekk eitt prosentstig aftur.

Tjóðveldi gekk góð fimm prosentstig aftur og fekk góð 13 prosent av atkvøðunum, meðan Miðflokkurin fekk hálvt annað prosent, sum er ein afturgongd upp á góð trý prosentstig.

Hvørki Sjálvstýri ella Framsókn stillaðu ikki upp til fólkatingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386