Silas, Tróndur og Hallur liggja aftur upp á lúr við kikaranum

Silas, Tróndur og Hallur liggja aftur upp á lúr við kikaranum
Í annaðkvøld, hóskvøldið 16. apríl, verður fyrsti partur av triðja umfari av "Sært tú fuglin?" sendur í sjónvarpinum
Sært tú fuglin-toymið. F.v. Tróndur Herason Olsen, Hallur E. Thomsen og Silas Olofson
Mynd: Silas Olofson  
 
15.04.2026 - 21:00

So liggja teir aftur upp á lúr! Silas Olofson, Tróndur Olsen og triðja hjól teirra, Hallur E. Thomsen, myndamaður.

Eins og áður, so lúra teir eftir spennandi fuglum í Føroyum. 

Í annaðkvøld, hóskvøldið 16. apríl, verður fyrsti partur av triðja umfari av "Sært tú fuglin?" sendur í sjónvarpinum. 

Hesa ferð hava teir eisini verið ein túr úti á Føroyabanka. 


Myndir: Silas Olofson

 

Hvussu er hetta umfarið av "Sært tú fuglin?" øðrvísi enn tey undanfarnu?

Silas: »Triðja umfar av Sært tú fuglin? heldur fram, har annað umfar slepti. Vit ferðast king landið og hyggja eftir fugli í flytitíðini á vári og heysti, í bútíðini, og so fara vit eisini ein túr til skips, har vit hyggja eftir sjófugli og øðrum djórum. Vit hava lagt okkum eftir at varpa ljós á nýggj fuglasløg og at vitja støð, vit ikki hava vitjað áður. So tað verður nógv nýtt at síggja!«

Tróndur: »Júst so. Endamálið er framvegis tað sama, at vísa teir fuglarnar, sum eru kring okkum og sum kunnu vera beint uttan fyri hurðina, uttan at vit vita av tí. Við myndunum hjá Silasi, so kunnu vit eisini uppliva fuglarnar heilt nær, uttan at teir flúgva burtur. Hesa ferð eru vit støð, har vit fyri tað mesta ikki hava verið áður. Undantakið er Suðuroy, sum vit vitja enn einaferð.«


Tróndur Herason Olsen og Silas Olofson á dekkinum umborð á Jákupi Sverra úti á Føroyabanka

 

Eru nakrar hendingar, ið hava gjørt serligt inntrykk hetta umfarið?

Silas: »Nógvar hendingar sita eftir, nú sendingarnar eru lidnar. At finna ein mega sjáldsaman fugl, meðan vit koyrdu 80 km/t, var heilt ekstremt. Men eisini túrurin á Føroyabanka var ein stór uppliving við hópin av fuglum, fiskum og hvalum.«

Tróndur: »Ja, fleiri hendingar standa eftir, frá tí at vit filmaðu, og tær merkja hvønn einstakan part. Í Rituvík gingu vit okkum fram á ein farvuríkan gest í træi beint framman fyri okkum, sum als ikki ræddist okkum. Á Vatnsoyrum sveimaði ein ørn beint uppi yvir okkum. Dagarnir, tá vit filmaðu í Suðuroy vóru illa darvaðir av veðrinum. Grátt, vindur og regn. Men brádliga klárnaði, og alt møguligt spennandi hendi.«


Mynd: Silas Olofson

 

Tróndur: »Tað er árstíðin og veðrið, sum seta karmarnar fyri sendingina. Men vit mugu heldur ikki gloyma alt hitt, ið vit síggja, meðan vit leita eftir fuglum - kópar, hvalir, harir, fiskar, sólsetur osfr.«

 

Hvat vóna tit, at fólk fáa burturúr "Sært tú fuglin?"

Silas: »Vit vóna, at fólk vera bergtikin av okkara fuglum og náttúru. Vónandi kunnu sendingarnar geva íblástur til fólk, so tey vera eggjað at fara út í náttúruna og virðismeta og verja hana.«

 

REY04386_Sart_tu_fuglin_1_2026

 

Hvat: Sært tú fuglin? III 
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19:30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060