Asbest funnið í leikum

Asbest funnið í leikum
Vandi kann vera á ferð, um leikurnar brotna
 
27.04.2026 - 20:37

Fleiri sløg av fidget-leikutoyi, eisini nevnt strekkileikutoy, kunnu innihalda asbest og verða tí tikin aftur av danska marknaðinum. 

Tað skrivar danska umhvørvisstýrið í einum tíðindaskrivi.

Kemikaljueftirlitið hjá danska umhvørvisstýrinum hevur fingið fleiri fráboðanir frá fyritøkum, sum hava staðfest, at asbest er í fylluni í hesum leikutoyi.

Talan er millum annað um leikutoyini Stretcherz Slammerz, Stretcherz Stretch Squad XXL og Pufferz YoYo.

Umrøddu vørurnar eru frá framleiðarunum Toi-Toyz, HTI Group og Toys Amsterdam.

Í núverandi løtu er ikki greitt, um hesar vørur eisini eru seldar í Føroyum, men danska umhvørvisstýrið mælir fólki til at burturbeina vøruna á rættan hátt skjótast gjørligt.

Her eru nakrar av leikunum, sum eru tiknar aftur:

 

Mynd: Toi-Toyz Pufferz YoYo, model-nummar: 35886Z, strikkota: 8714627012316. Framleiðari: Toi-Toyz B.V. 

Mynd: HTI Toys Stretch Squad, produktnr.: 1376624, strikkota.: 5050837662419. Framleiðari: HTI Group. 

Mynd: HTI Toys Stretcherz Slammerz, produktnr.: 1351053, strikkota: 5050835105345 Framleiðari: HTI Group.

Mynd: HTI Toys Stretcherz Stretch Squad XXL, produktnr.: 1350093, strikkota.: 5050835009346. Framleiðari: HTI Group.

Superstræk gorilla XXL, prduktnr.: 1201, strikkota: 8713219504949. Framleiðari: Toys Amsterdam.

Gorilla superstræk, produktnr.: 120065, strikkota: 8713219480632. Framleiðari: Toys Amsterdam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815