Úrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum 307 milliónir fyrsta ársfjórðing

Úrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum 307 milliónir fyrsta ársfjórðing
Tøkan í Føroyum var 25.139 tons og 6.198 tons í Skotlandi
Bakkafrost væntar at taka 97.000 tons av laksi í ár.
 
19.05.2026 - 08:52

Úrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum eftir skatt var 307 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi.

Tað var seks milliónir í halli sama ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 25.139 tons og 6.198 tons í Skotlandi.

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

 

Bíligari aling

Kostnaðargondin í sjógvalingini batnaði.

Tað sást aftur í kostnaðinum fyri tikna fiskin, sum var 13 prosent minni enn í sama ársfjórðingi í fjør. 

Kostnaðurin í smoltframleiðsluni batnaði eisini. Smoltkostnaðurin var 10 prosent minni.

Útlit eru fyri, at fiskurin, sum fóðrið verður gjørt úr, verður dýrari.

Tað kann fara at arbeiða ímóti jaligu kostnaðargongdini, sigur Bakkafrost.

 


Havsbrún væntar at gera 175.000 tons av fóðri í ár.

 

Taka 97.000 tons í ár

Bakkafrost væntar, at tøkan í ár verður 97.000 tons, ikki 92.000 sum higartil væntað. Og 175.000 tons av fóðri verða gjørd.

Higartil hevur verið roknað við 165.000 tonsum.

Í Skotlandi var fellið minni enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040