Átta verkætlanir fáa góðar níggju milliónir

Átta verkætlanir fáa góðar níggju milliónir
Granskingarráðið fekk 46 umsóknir, og søkt varð tilsamans um 52,7 milliónir krónur
Fýra verkætlanir, sum hava fingið stuðul hesa ferð, eru ph.d.-verkætlanir.
Mynd: Shutterstock.com  
 
27.05.2026 - 15:05

Átta verkætlanir fáa tilsamans 9,3 milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum.

Fýra teirra eru ph.d.-verkætlanir.

Sambært Granskingarráðnum var aftur í ár sera stórur áhugi fyri at søkja um stuðul til gransking. 

Granskingarráðið fekk 46 umsóknir, og søkt varð tilsamans um 52,7 milliónir krónur.

Umsóknirnar verða viðgjørdar av eini faknevnd, sum grundar sínar avgerðir á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Rannvá Næs Hoydal: "Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði. Ein tvørfaklig tilgongd til kropsmyndamál í fornnorrønari gudafrøði."
Ph.d.-verkætlan á Háskúla Íslands – 1.200.000 kr.

Anna Eikhólm: ”Føroyski leisturin: Menning av sernámsfrøðiligari vitan í alenna skúlanum.”
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.

Thomas Ulrich: ”Broytandi viðurskifti í havevnafrøði út frá havbotnsmineralum.”
Verkætlan á Clausthal University of Technology í Týsklandi – 1.100.000 kr.

Ása Jacobsen: ”Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum.”
Verkætlan á Havstovuni – 1.058.965 kr.

Knud Simonsen: “Háupployst vindatlas fyri Føroyar.”
Verkætlan á Veðurstovuni – 486.790 kr.

Eivy Kristiansen: ” Hugburður og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív í einum lítlum sub-arktiskum samfelagi: Ein blandað háttalagskanning.”
Ph.d. verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.

Pætur M. Holm: ”Betran av artrosu-viðgerð í Føroyum.”
Verkætlan á Skurðdeplinum í Sjúkrahúsverkinum – 1.100.000 kr.

Elsa Krosstein: ”Greining av upprunanum hjá føroyingum, grundað á genomiskar dátur”
Ph.d. verkætlan á Københavns Universiteti – 1.000.000 kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809