Góð millión stytti bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum 966 pláss

Góð millión stytti bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum 966 pláss
Størsta játtanin fór til viðtalur í urologi í Landssjúkrahúsinum, har 255.000 kr. minkaðu bíðilistan 157 pláss
50.000 kr. fóru til telefonviðtalur um urologi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Har minkaði bíðilistin 115 pláss.
 
27.05.2026 - 10:08

Ein millión og 116.000 kr., sum Sjúkrahúsverkið fekk í fjør, gjørdu, at bíðilistarnar minkaðu 966 pláss.

Størsta játtanin fór til viðtalur í urologi í Landssjúkrahúsinum, har 255.000 kr. minkaðu bíðilistan 157 pláss.

50.000 kr. fóru til telefonviðtalur um urologi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Har minkaði bíðilistin 115 pláss.

Á Eygnadeildini á Landssjúkrahúsinum minkaði bíðilistin 147 pláss.

Bíðilistin til ambulantar viðtalur í kardiologi á Medisinska deplinum í Landssjúkrahúsinum minkaði 122 pláss.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711