Føroyingur byggir mánabil

Føroyingur byggir mánabil
Jón á Argjaboða, ið er lesandi á lærda háskúlanum í Ålborg, er farin undir eina forkunnuga bachelor-uppgávu.
 
01.06.2026 - 12:03

Jón á Argjaboða og nakrir lestrafelagar á Aalborg universiteti spurdi vegleiðara, um hesin hevði eitt gott uppskot til eina verkætlan. Vegleiðarin svaraði, at hann fegin hevði viljað, at Aalborg universitet um 5 til 10 ár sendi eina rovara, ein mánabil, upp á mánan. 

Bólkurin var alt fyri eitt samdur um, at tí vildu teir vera partur av.

Hesa lestrarhálvuna hava teir sitið og sniðgivið, programmerað og arbeitt við einum rovara.


Mynd: Søren Mølgaard

7. mai skuldi stóra royndin standa. Allir lutirnir vóru savnaðir, og bilurin skuldi vísa, hvat hann dugdi.

Tað vísti seg, at hann koyrdi sera væl.

Teir komu ásamt um, at bilurin skuldi hava navn, eins og vit kenna tað frá gitnu rúmdarferðunum: Apollo, Artemis og Skywalker.

Rovarin eitur Fenris, á føroyskum Fenrir, eftir úlvinum hjá Loka.

Navnið var valt fyri at visa á, at hetta er úr norðurlondum, og at amboðið hevur hvassar tenn.



Seinni er tað hent, at professari úr Pòlandi hevur verið áhugaður í verkætlanini.

ESA hevur bygt høll, ið er 700 fermetrar við mánalíki.

Um alt gongur sum ætlað, fara Fenris og bólkurin til Póland síðst í juni at royna rovaran í hesi høllini.
 
1815584

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025