- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava Ísrael at gevast við álopum á Libanon

Leiðarar í Fraklandi, Týsklandi og Stóra Bretlandi heittu í gjár á Ísrael um at gevast við atburði sínum í Libanon.
Hóast vápnahvíldina millum Ísrael og Hisbollah-rørsluna, sum Iran stuðlar, halda bardagarnir fram. Ísrael hevur millum annað tikið miðaldarborgina, Beaufort, har suðuri í Libanon.
- Tað er einki, sum kann bera í bøtuflaka fyri økta hernaðarliga virksemið, sum fer fram har suðuri í Libanon, skrivar franski forsetin, Emmanuel Macron, í boðum á miðlinum X.
Ísrael økt hernaðarliga virksemið
- Vøksturin í hernaðarliga virkseminum hjá Ísrael í Libanon hevur dripið og rikið burtur sivilfólk, oyðilagt undirstøðukervi og oyðilagt møguleikarnar fyri diplomatiskum loysnum, skrivar bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, eisini á X.
- Hisbollah skal gevast við álopunum á Ísrael og vápnini skulu takast. Allir partar skulu virða vápnahvíldina og skulu vera við í samráðingunum, skrivar hon.
Eisini týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadepuhl, sigur seg stúra fyri gongdini, skrivar danska kringvarpið.




























