Kiel uttan Elias tapti finalu og misti pláss í Champions League

Kiel uttan Elias tapti finalu og misti pláss í Champions League
Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri við skaða, tá THW Kiel tapti fyri Melsungen í European League-finaluni og misti plássið í Champions League næsta ár
Mynd: THW Kiel  
 
01.06.2026 - 10:00

Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri við skaða og hugdi at, tá THW Kiel tapti fyri Melsungen í European League-finaluni í gjár.

Talan er um sama akslaskaða, sum gjørdi, at spælskiparin ikki fekk spælt røkkstøkk-dystirnar ímóti Bosnia Hersegovina herfyri.

Tapið upp á 24-23 er ikki bara ein smeitur fyri týska stórfelagið her og nú. Tað ger eisini, at Kiel ikki verður at síggja í Champions League næsta kappingarár.

Í Bundesliguni liggur "der Rekordmeister" á 5. plássi, sum bert er nóg mikið til pláss í European League næsta kappingár. Ein støða, sum viðhaldsfólkini í felagnum neyvan eru nøgd við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751