Bólkur 5 fær fleiri fiskidagar í hesum árinum

Bólkur 5 fær fleiri fiskidagar í hesum árinum
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur svarað Fróða Magnussen, løgtingsmanni
Ætlanin er at menna eina skipan, sum tryggjar fiskidagar til teirra, sum liva av útróðri.
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
24.06.2026 - 11:33

Bólkur 5 fær fleiri fiskidagar í hesum árinum, nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, í svari til Fróða Magnussen, løgtingsmann.

Við gongdini higartil í ár og við royndunum frá 2025, er ikki óhugsandi, at tøku fiskidagarnir í bólki 5 vera uppi, áðrenn fiskiárið endar.

Ein eftirmeting er í gongd, har millum annað spurningurin um smærri avreiðingar skulu telja við, tá fiskidagar verða gjørdir upp,  sigur landsstýrismaðurin.

Ætlanin er at menna eina skipan, sum tryggjar fiskidagar til teirra, sum liva av útróðri.

Hon skal leggja upp fyri, at bólkur 5 er ein samansettur bólkur, har nógv virksemi er, tá fiskur er at fáa, og stórur munur annars er á, hvussu virknir bátarnir eru. 

Sí eisini: Fiskidagarnir í bólki 5B fækkast

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860