Jarðskjálvtar í Venesuela hava kravt í minsta lagi 32 mannalív

Jarðskjálvtar í Venesuela hava kravt í minsta lagi 32 mannalív
Amerikanski jarðfrøðisstovnurin metir, at talið á deyðum kann vera millum 10.000 og 100.000
Jarðskjálvtarnir høvdu eisini við sær, at fleiri bygningar rapaðu.
Mynd: Maxwell Briceno/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.06.2026 - 08:13

Tveir ógvusligir jarðskjálvtar vóru í Venesuela í gjárkvøldið, um ellivu tíðina okkara tíð.

Tann fyrri var máldur til 7,2 á Richter-stiganum. Jarðskjálvtamiðdepilin  var í landsparturin Carabobo, vestan fyri høvuðsstaðin, Caracas. 

39 sekund seinni rakti ein uppaftur harðari jarðskjálvti, sum var máldur til 7,5 stig. 

Tað upplýsir amerikanski jarðfrøðistovnurin, USGS.

 


(Mynd: Leonardo Fernandez Viloria/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

32 deyð og 700 løstað

Í minsta lagi 32 fólk eru deyð, og 700 eru løstað, sigur virkandi forsetin í landinum, Delcy Rodriguez, sambært Reuters. 

Men amerikanski jarðfrøðistovnurin metirr, at talið á deyðum kann vera nógv størri - millum 10.000 og 100.000. 

Nógvir bygningar eru rapaðir.

 


(Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Heilsa frá Maduro

Nicolas Maduro, fyrrverandi forseti, sum USA koyri frá í januar, hevur sent eina heilsan úr fongslinum í USA. 

- Eingin má vera einsamallur. Lat hvørt grannalag taka sær av sínum børnum, ommum og abbum og teimum sjúku, skrivar fyrrverandi forsetin. 

Virkandi forsetin hevur lýst undantaksstøðu í landinum, og fleiri lond bjóða sær til at hjálpa Venesuela, millum annað El Salvador, Ekvador, Brasilia og USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329