Klaksvíkar kommuna noyðist at útvega sær 20 milliónir í kassakreditti

Klaksvíkar kommuna noyðist at útvega sær 20 milliónir í kassakreditti
Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
Skal kommunan útvega sær rakstrarkreditt, krevst politiskur meiriluti fyri tí í býráðnum.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
25.06.2026 - 08:14

Gjaldførið hjá Klaksvíkar kommunu er so mikið vánaligt, at kommunan nú má útvega sær ein rakstrarkreditt.

Umsitingin hjá kommununi mælir til, at kommunan útvegar sær 20 milliónir krónur í rakstrarkreditti, "orsakað av teprum gjaldføri", sum umsitingin orðar seg.

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð tekur undir við tilmælinum frá umsitingini, og málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

 

Fleiri eykajáttanir

Umsitingin í Klaksvíkar Kommunu vísir á, at býráðið í næstum skal taka støðu til fleiri eykajáttanir. Verða hesar eykajáttanir samtyktar, so verður neyðugt at útvega meira gjaldføri.

Eisini vísir ein gjøgnumgongd av roknskapinum hjá Klaksvíkar kommunu fyrstu mánaðirnar í ár, at nøkur rakstrarstøð hava ilt við at halda játtanina. 

Skal kommunan útvega sær rakstrarkreditt, krevst politiskur meiriluti fyri tí í býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980