Ætlaðu at smugla egg undan hóttum fuglasløgum við Norrønu

Ætlaðu at smugla egg undan hóttum fuglasløgum við Norrønu
Hjúnini, sum eru úr Evropa, hava fingið bót, sum er rindað, og eggini eru í varðveitslu á náttúrugranskingarmiðstøðini á eysturlandinum
Norrøna á Seyðisfirði. (Savnsmynd: Austurfrétt)
 
25.06.2026 - 08:32

Løgreglan á eysturlandinum í Íslandi hevur handtikið eini hjún úr Evropa. 

Tey skulu hava havt ætlanir um at fara úr Íslandi við Norrønu við meira enn 100 eggum, millum annað eggum undan hóttum fuglasløgum, og fimm mýrisnípupisum, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. 

Eggini vóru fjald í serligum posum, sum høvdu hitaskipan.

Eggini komu undan kavi, tá ið løgreglan og tollvaldið gjørdu felags kanningarátak í sambandi við fráferð hjá Norrønu.

Eggini eru undan lunda, rýpu, lógv, spógva, æðu, lómi, mýrisnípu, ritu og dunnu. 

Nøkur av hesum fuglasløgum eru friðað í Íslandi.

 

Hava fingið bót

Eggini og pisurnar eru nú í varðveitslu hjá náttúrugranskingarmiðstøðini á eysturlandinum í Íslandi.

Hjúnini eru avhoyrd, og hava fingið bót, sum tey hava góðtikið og rindað.

Hálfdan Helgi Helgason, fuglafrøðingur á náttúrugranskingarmiðstøðini, sigur við íslendska kringvarpið, at útlitini fyri, at tað brestur fyri nev í eggunum, er lítil.

- Tá ið vit funnu eggini, vóru fimm ungar longu klaktir. Vit hava gjøgnumlýst hini eggini, og tey, sum lógu í upphitaða posanum, vóru longu væl á veg at verða klekt. Útlitini fyri, at tey verða klakt, eru lítil, og tað er nærum ómøguligt at klekja pisur undan lómi og ritu, sigur hann við RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425