ICES: Kunnu fiska meira gulllaks næsta ár

ICES: Kunnu fiska meira gulllaks næsta ár
Tilmælið hjá altjóða havrannsóknarstovninum er, at fiskiskapurin kann vaksa 24 prosent í 2027
Tavan í Leirvík tekur ímóti nógvum gulllaki.
 
26.06.2026 - 14:10

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, heldur tað vera ráðiligt at fiska meira gulllaks næsta ár, skrivar Havstovan.

Tilmælið er, at fiskast kunnu í mesta lagi 22.865 tons í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Hetta eru 24 prosent meira enn tilmælið í ár. 

Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan.

Ongin millumlandaavtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmæltu veiðuni.

 


Havstovan.

 

Minka fiskiskapin eftir blálongu

Tá ið ræður um aðrar felags fiskastovnar, mælir ICES til, at fiskiskapurin eftir blálongu minkar 41 prosent í 2027 og 2028.

Tilmælið fyri stóran kongafisk hækkar fimm prosent, meðan tilmælið fyri svartkalva og brosmu er óbroytt.

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2027, eins og mælt hevur verið til seinastu trý árini. 

Tilgongdin seinastu árini hevur verið lítil, og hetta – saman við óvissum forsagnum – hevur havt við sær, at gýtingarstovnurin hevur verið mettur at sveiggjað um niðasta vandamarkið, sum er 9.340 tons.

Veiðan undir Føroyum hevur verið um miðal og omanfyri hesi seinastu trý árini, skrivar Havstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659