Føroyar og Grønland gjørt nýggjan karmsáttmála um fiskiskap

Føroyar og Grønland gjørt nýggjan karmsáttmála um fiskiskap
Sáttmálin verður lagdur fyri løgtingið í heyst
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Peter Borg, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi, skriva undir nýggja karmsáttmálan.
Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið  
 
29.06.2026 - 11:38

Føroyar og Grønland hava skrivað undir nýggjan karmsáttmála um fiskiskap.

Sáttmálin er ein dagføring av verandisáttmála, sum varð gjørdur í 1997, og fevnir um tær meginreglur, sum fiskivinnusamstarvið millum londini skal virka eftir, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at týdningarmestu ásetingarnar fevna um kvotuflytingar, atgongd og eftirlitssamstarv, umframt áhaldandi at fremja vinnuligt samstarv á fiskivinnuøkinum. 

Eisini er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Øll hesi viðurskifti verða viðgjørd undir teimum árligu samráðingunum  millum londini.

 

Týdning fyri bæði londini

- Fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Grønland hevur eina langa søgu og er av stórum týdningi fyri bæði londini, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

- Ein dagføring av karmsáttmálanum er ein staðfesting av, at londini framvegis ynskja og raðfesta sínámillum samstarvið um fiskivinnu, sigur hann, og vónar, nýggi sáttmálin verður karmur um eitt víðkað samstarv í framtíðini.

Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar í heyst.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040