NEAFC: Føroyar vildu ikki útihýsa Russland frá makrelfiskiskapi

NEAFC: Føroyar vildu ikki útihýsa Russland frá makrelfiskiskapi
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, væntar tó ikki ógvisligar reaksjónir frá hinum NEAFC-londunum
 
01.07.2026 - 08:43

Føroyar vildu ikki vera við í leikinum, tá ES saman við Stórabretlandi og Íslandi á NEAFC-fundi samtyktu nærum at útihýsa Russlandi frá makrelfiskiskapi.

Uppskotið var eitt sonevnt postavgreiðslumál, sum bleiv avgreitt miðskeiðis í mai, men úrslitið er tó ikki vorðið alment fyrr enn nú, eftir at ein grein um málið er løgd á heimasíðuna hjá ES-nevndini. 

Eftir uppskotinum, sum meirilutin í NEAFC tók undir við, skal Russland sleppa at fiska 1.495 tons av makreli í altjóða sjógvi í ár.

Útgangsstøðið hjá NEAFC-londunum er eitt hámark fyri samlaðu makrelveiðuna í ár, sum er beint undir 300.000 tons, hóast ICES-tilmælið sigur 174.000 tons.

Russland hevur hinvegin einsæris tillutað sær 67.548 tons av makreli í altjóða sjógvi, sum er langt oman fyri tey umleið 7,5 prosentini, sum vanliga falla russisku skipunum í lut, tá tey eru partur av eini strandalandasemju.

Tað er heldur ikki í lagi, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Men at bjóða russum 1.495 tons gevur hinvegin lítla meining, heldur hann.

 


Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyar í serstøðu

Í meirilutasamtyktini í NEAFC verður dentur eisini lagdur á framhaldandi at útihýsa russiskum skipum frá millum annað at landa ella umskipa veiðu í evropeiskum havnum og at fáa tænastur sum bunkring og annað.

Her hava Føroyar frá fyrstan tíð verið í serstøðu og sloppið sær undan at taka stig, sum av álvara kunnu seta fiskivinnusamstarvið við Russland í vanda. Tó bara í egnum sjógvi, tí ES-revsiátøkini verða fylgd, tá tað ræður um altjóða sjógv.

ES vil hinvegin herða átøkini móti Russlandi, og mælir millum annað til heilt at banna allari umskiping av veiðu í NEAFC-sjógvi, og at londini lata revsiátøkini móti Russslandi í altjóða sjógvi galda í heimasjógvi eisini.

Í greinini á heimasíðuni hjá ES-nevndini verður ongantíð nevnt, at Føroyar hava nakra serstøðu.

Bárður á Steig Nielsen væntar tó ikki ógvisligar reaksjónir frá hinum NEAFC-londunum, afturfyri at Føroyar ikki atkvøddu fyri uppskotinum hjá ES, Stórabretlandi og Íslandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01072026_Bardur_og_NEAFC

 

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360