Tapti kærumálið - óvist um Le Pen stillar upp til forsetavalið

Tapti kærumálið - óvist um Le Pen stillar upp til forsetavalið
Hóast hon hevur møguleika at stilla upp, hevur Le Pen sagt, at hon ætlar ikki at reka valstríð við fótleinkju
Marine Le Pen tapti kærumálið, og tí stendur dómurin frá mars 2025 við.
Mynd: Sarah Meyssonnier/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 15:21

Í løtuni er óvist, um Marine Le Pen fer at stilla upp til forsetavalið í Fraklandi næsta ár. 

Marine Le Pen tapti í dag kærumálið um, at hon skal hava misnýtt pening úr ES.

Hon verður tí dømd trý ára fongsul. Tvey ár eru treytað, og triðja árið skal hon hava fótleinkju

Marine Le Pen missir eisini rættin at røkja politisk størv í 15 mánaðir - frá tí, at dómurin fall í mars í 2025. 

Forsetaval verður í Fraklandi í apríl næsta ár, og Le Pen hevur tí møguleika at stilla upp, Men hon hevur áður sagt, at hon fer ikki at reka valstríð við fótleinkju, og tí er í løtuni óvist, um hon fer at stilla upp. 

Marine Le Penn er eisini dømd at rinda 100.000 evrur í bót, og politiski flokkur hennara skal bøta tvær milliónir evrur. Av hesum er ein millión evrur treytað.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334