Trump: Fyri mær er vápnahvíldin við Iran farin úr gildi

Trump: Fyri mær er vápnahvíldin við Iran farin úr gildi
Amerikanski forsetin sigur, at hann vil einki meira hava við iranar at gera, tí teir eru lygivætti
Donald Trump, forseti, og Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, á toppfundi í Ankara.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 11:32

Vápnahvíldin millum USA og Iran er møguliga farin úr gildi, segði amerikanski forsetin Donald Trump, við journalistar í Ankara í Turkalandi í dag.

Nato-toppfundur er í Ankara í hesum døgum

- Fyri mær er hon farin úr gildi. Eg vil ikki hava meira við teir at gera, segði amerikanski forsetin. 

- Okkum dámar teir ikki, mær dámar teir ikki, teir eru óndir, segði hann.

 

Lygivætti

Donald Trump segði, at tað nyttar einki at samráðast við iranar, tí teir eru lygivætti.

- Geri er ein avtalu við teg um kjarnorkuvápn, so hava vit eina avtalu. Vit gjørdu avtalu við iranar, men beint eftir fundin fara teir útum at tosa við fjølmiðlar og siga, at kjarnorka ikki hevur verið nevnd á fundinum. Teir eru ikki í ordan, segði Donald Trump, forseti.

 

Leypa aftur á hvørt annað

Støðan millum USA og Iran er vorðin spentari aftur, eftir at iranska kollveltingarhirðin í morgun boðaði frá, at hon hevur rakt 85 mál, sum hava tilknýti til amerikanska herin í Barein og Kuvait.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Boðini komu, eftir at loftverjan í Kuvait tíðliga í morgun boðaði frá, at hon roynir at verja fyri rakett- og dronuálopum frá fíggindum.

Amerikanska miðfyrisitingin CENTCOM sigur, at tey hava í nátt rakt yvir 80 mál í seinasta álopinum á Iran.

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, sigur, at amerikonsku álopin á Iran vóru neyðug.

- Tá ið vápnahvíld er í gildi, og Iran í roynd og veru brýtur hana, haldi eg, at tað er avgerandi, at USA svarar aftur við hørðum, segði Mark Rutte.


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523